Flytivegleiðing til tín, ið flytur til Danmarkar

Avgerðin er tikin - ein nýggjur kapittul skal byrja. Hetta er ein stór broyting í tínum lívi, sum óivað kennist spennandi, men samstundis eisini ræðandi. Ræðandi, tí her bæði eru óvissur og nógvir ósvaraðir spurningar, ið tú nú skalt finna svarið til uttan hjálp frá foreldrunum.

Vit vilja gjarna fylgja tær á tíni leið og hjálpa tær at gera ferðina eitt sindur minni ræðandi, soleiðis at tú kanst brúka orkuna til tær spennandi upplivingarnar, ið liggja fyri framman.

Lat okkum vera tínar veingir og vegleiða teg undir lestrartíðini. Lat okkum gera tað, vit eru her til – at hjálpa tær.

Flytivegleiðing til Danmarkar

Flytigóðs

Ert tú NordikSolo-kundi, bjóða vit tær ein serliga góðan prís fyri flutning av flytigóðsi, um tú hevur okkurt, tú gjarna vilt hava við tær til Danmarkar. Tað einasta, tú skalt gera, er, at senda ein teldupost til tín kundaráðgeva, so hjálpa vit tær við restini. Les meira um flytipakkan her.

Flyting

Melda flyting í tilflytingarkommununi. Tá ið tú flytur millum lond, skalt tú møta persónliga upp á Fólkaregistarinum. Við tær skalt tú hava pass og skjalprógv við føroyska p-talinum. Hevur tú børn, skalt tú hava dóps- ella navnabræv við. Tað er umráðandi, at tú meldar flyting í seinasta lagi 5 dagar eftir flyting, annars kanst tú fáa eina bót. Les meira á www.borger.dk.

Tá ið tú meldar flyting til kommununa, skalt tú samstundis velja ein lækna. Síðani fært tú eitt heilsukort sendandi, det gule sundhedskort, ið gevur tær rætt til læknahjálp. Les meira á www.borger.dk.

Danskt P-tal (CPR-nummar)

Tá ið tú meldar flyting til eina danska kommunu, verður tú skrásett/ur í CPR og fært eitt danskt persónnummar (CPR). Fyri at verða skrásett/ur, skalt tú kunna vísa til ein danskan bústað og vera búðsitandi í Danmark í meira enn 3 mánaðir. Les meira á www.cpr.dk. Um tú ikki hevur ein fastan bústað at vísa til, kanst tú hava ein c/o bústað at byrja við. Tá ið tú hevur c/o adressu, merkir tað, at tú ert skrásett/ur og býrt á bústaðnum, men at navnið ikki stendur á hurðini. Sostatt hevur ein c/o bústaður bert týdning fyri postin. Um tú flytur inn hjá einum øðrum, og títt navn ikki er á hurðini, skalt tú seta navnið á útleigara í teigin "hos", tá ið tú meldar flyting.


NemID

NemID er ein talgild undirskrift, sum verður nýtt á netinum til trygt at síggja og upplýsa trúnaðarupplýsingar. NemID verður brúkt til øll donsk almenn viðurskifti.  
Tú kanst bíleggja NemID á www.nemid.nu (tað tekur vanliga 5-9 dagar at fáa við postinum) ella fáa tað á staðnum við at venda tær til Borgerservice (hav galdandi samleikaprógv við). Fyri at fáa NemID er tað ein fortreyt, at tú longu hevur fingið eitt dansk cpr-nummar.

Um tú hevur eitt føroyskt NemID, kanst tú eisini knýta tað at tínum danska cpr-nummari, so tú kanst nýta tað sum eitt danskt NemID. Í tí føri skalt tú venda tær til tín peningastovn, sum kann knýta títt danska cpr-nummar at tínum føroyska NemID. Síðani kanst tú søkja um atgongd til danskar tænastur, sum nýta NemID, á www.nemid.nu (um tú hevur danskt pass ella koyrikort) ella hjá Borgerservice.

E-boks

Allur postur frá tí almenna, verður sendur í ein talgildan postkassa, E-boks. Tí skalt tú tekna teg á www.e-boks.dk. Innrita við NemID og fylg vegleiðingini. E-boks er eisini sum app.

SU

Statens Uddannelsesstøtte (SU) er ein lestrarstuðul frá landinum, tú kanst søkja  á www.su.dk, tá ið tú hevur fingið NemID. Tú skalt rinda skatt av SU. Í Danmark eru tvey skattakort, eitt høvuðskort til hægstu inntøkuna og eitt eykakort til aðrar inntøkur. SU kemur vanliga inn á høvuðskortið, men um tú hevur eitt lestrarstarv, har tú tjenar meira, enn tú fært í SU, skalt tú velja eykaskattakortið (bikortet) til SU. Høvuðskortið skal altíð nýtast til hægstu inntøkuna - annaðhvørt SU ella løn. Les meira á www.su.dk.
Um tú ikki hevur nakran bústað at melda til, og harvið onki danskt cpr-nummar, skalt tú senda ein teldupost til su@vus.dk. Upplýs, at tú ert føroyingur, útbúgving, útbúgvingarstovn og ein postbústað, og síðani sendir SU neyðuga tilfarið til tín, so tú kanst søkja SU. Søk skjótast gjørligt, tí SU kann ikki søkjast við afturvirkandi gildi. Um tú fært avbjóðingar hesum viðvíkjandi, ella tað gongur ov long tíð, so vend tær til Ráðgevingina í Keypmannahavn.

NemKonta

NemKonta er tann kontan, sum tú fært pening á frá teimum almennu stovnunum, eitt nú SU, pensjón, barnapening og avlopsskatt. NemKonta er ein vanlig bankakonta. Tú skalt bert gera av, hvør konta skal skrásetast sum NemKonta. Til dømis kanst tú gera tína føroysku lønarkontu í BankNordik til Nemkontu – eisini tá ið tú fert til Danmarkar at lesa. Um tú tó hevur tørv á at hava eina danska kontu, so kunnu vit eisini hjálpa tær við hesum, soleiðis at tú einki skalt hugsa um. 

 

NordikSolo

Við NordikSolo fært tú hópin av fyrimunum, avsláttri og bestu fíggjarligu treytirnar. 

  • Vælkomugáva - 2 x atgongumerki til Havnar Bio við poppkorn-menu
  • Avsláttur av Macbook, Boozt, CBB, ferðum, konsertum og venjingarmiðstøðum í Danmark
  • Fastan persónligan ráðgeva
  • Ókeypis Visa/Dankort (eisini við egnum sniði) og ókeypis Mastercard Debit Standard
  • Ókeypis at stovna lán og kreditt upp í 30.000 kr.
  • 20% í avsláttri av Vanlukkutrygd og Ferðatrygd - eisini í Danmark
  • ... og mangt annað.

Skattur

Tá ið tú bert fært SU, rindar tú sjálvvirkandi rætta skattin, men um tú steðgar við at fáa SU ella fært eitt lestrarstarv, mást tú rætta forskotsuppgerðina. Fyri at rætta forskotsuppgerðina, far inn á www.skat.dk. Innrita við NemID.

Føroyafrádráttur

Føroyafrádrátturin er ein serligur skattafrádráttur, ið kann játtast føroyskum lesandi í Danmark, um:

  • tú vart búsitandi í Føroyum áðrenn flytingina til Danmarkar
  • tú býrt í Danmark fyribils og í lestrarørindum
  • tú ikki hevur eina útbúgving (førleikagevandi) frammanundan
  • tú ikki hevur verið í Danmark í meira enn 6 mánaðir, áðrenn lesturin byrjaði.

Føroyfrádrátturin er býttur í tveir partar (hetta bert um lesnaðurin er byrjaður aftaná 31.12.2010) – føroyafrádráttur á 43.400 kr. og Ríkisfelagsskapsfrádráttur (R-frádrátt) á 36.000 kr. Um tú ert farin undir lesnað áðrenn 01.01.2011 er føroyafrádrátturin ikki býttur sundur, og so er hann 71.000 kr. Umframt føroyafrádráttin hevur tú rætt til persónsfrádrátt, rentufrádrátt og aðrar frádráttir. Tú skalt venda tær til SKAT og søkja um føroyafrádrátt. Sí videovegleiðing til at søkja á www.radgevingin.dk.

Bústaðarstuðul

Sum lesandi fært tú bústaðarstuðul, um tú býrt til leigu við egnum køki og lýkur ávísar treytir (sí treytir her). Søk um bústaðarstuðul á www.borger.dk. Innrita við NemID og fylg vegleiðingini. Hav húsaleigusáttmála, skattauppgerð, SU-yvirlit og lønarseðil (um tú hevur lestrarstarv) klárt, tá ið tú søkir. Finn út av, hvussu nógv tú fært í bústaðarstuðli her.

Ferðastudningur

Studni bjóðar ferðastuðul til føroysk lesandi uttanlands svarandi til eina ferð um árið. Tey, ið byrja lesnaðin um heystið, skulu søkja um várið – umsóknarfreistin er 30. juni. Tey, ið byrja lesnaðin um várið, skulu søkja um heystið – umsóknarfreist er 31. desember. Sí treytir og vegleiðing á www.studni.fo.
Fyri at søkja um ferðastuðul, skalt tú senda umsóknarblað, ið tú finnur á www.studni.fo, og viðkomandi skjalprógv til studni@studni.fo.

Trygging

Tað er týdningarmikið at hava trygging – bæði vanlukku- og innbúgvstrygging, um tú skuldi verið óheppin. Trygd bjóðar føroyskum lesandi bíliga vanlukkutrygging – eisini í Danmark. Sum NordikSolo-kundi bjóða vit tær eisini bíliga lestrartrygging í Danmark. Fyri at tekna lestrartrygging skalt tú seta teg í samband við tín kundaráðgeva. Ofta er eisini møguligt at fáa bíliga lestrartrygging gjøgnum títt fakfelag (sí næstu grein).


Fakfelag og A-kassi

Sum lesandi er tað bíligt at vera limur í einum fakfelag – ofta ókeypis. Spyr á skúlanum, hvat fakfelag hoyrir til tína útbúgving. Vit viðmæla tær at gerast limur í fakfelagnum og soleiðis fáa ágóðan av m.a. bíligari trygging, ókeypis løgfrøðihjálp og hjálp við umsókn og sáttmála í sambandi við nýtt starv – eisini til lestrarstørv. Harafturat fært tú ofta ógóðan av ókeypis skeiðum, fyrilestrum og sosialum tiltøkum í fakfelagnum.

Tað er ikki neyðugt at vera limur í a-kassa fyrr enn í seinasta lagi 2 vikur eftir lokna útbúgving. Les meira.

DR-Licens

Man skal gjalda nýtslugjald fyri at hava atgongd til sjónvarp og internet – eisini um tað bert er á fartelefonini. Eitt nýtslugjald fevnir um alt húskið. Rokningin kemur vanliga av sær sjálvum, tá ið tú flytur bústað. Les meira um licens.

Telefon og internet

Flestu lestraríbúðirnar hava internet íroknað í húsaleiguni. Um tú ikki hevur internet íroknað, kanst tú finna bíligasta veitaran á www.internettjek.dk.
Bíligasta fartelefonhaldið finnur tú á www.mobilabonnement.dk.

Farleiðir

Fyri at nýta buss, tok og metro á bíligasta hátt, skalt tú antin hava eitt mánaðarkort (periodekort) ella eitt rejsekort. Um tú ferðast 3 ferðir t/r um vikuna, er tað bíligast at hava mánaðarkort, sum tú bíleggur á www.dsb.dk. Um tú ferðast minni enn 3 ferðir um vikuna t/r er tað bíligast við einum rejsekorti, sum tú bíleggur á www.rejsekort.dk. Kortið skal áfyllast á heimasíðuni ella á metro-/tokstøðum – Tú kanst eisini melda kortið til sjálvvirkandi áfylling. Á heimasíðuni kanst tú síggja ferðir og saldu. Eisini kanst tú sperra kortið, um tú skuldi mist tað burtur.

Fyri at finna røttu farleiðina, ið tekur teg frá A til B, far inn á www.rejseplanen.dk og set byrjanar- og endapunkt inn. Her sært tú eisini kostnaðin á ferðini.
Fyri at finna eina farleið til gongu ella á súkklu, nýt www.krak.dk ella tak hentu krak-appina niður.

                                                                                       

Útisetar

Vit hjálpa tær bæði áðrenn, tú fert uttanlands, meðan tú ert uttanlands, og tá ið tú skalt flyta heim aftur til Føroya.

Lestrarstarv

Eitt lestrarstarv er bæði ein góð fíggjarlig hjálp og sær eisini gott út á tínum lívsrensli (CV).

Flyta heimanífrá

At flyta heimanífrá er ein nýggjur og spennandi kapittul í tínum lívi. 

Lesandi

Sum lesandi hevur tú óivað nógv annað spennandi at brúka tíðina til enn tíni fíggjarligu viðurskifti. Tí hava vit 5 góð ráð til tínar pengar.

BankNordik Ungdómsbakin

Ungdómsbankin

Tørvar tær hjálp ísv. flytingina?

23 05 55

Send okkum teldubræv