Flytivegleiðing til tín, ið flytur til Føroya

Avgerðin er tikin – tú hevur valt Føroyar. Eftir fleiri ár uttanlands kann tað tykjast sum ein stór broyting at flyta heim. Vit ynskja at hjálpa tær at gera flytingina eitt sindur smidligari, soleiðis at tú kanst brúka orkuna til allar tær spennandi avbjóðingarnar, ið liggja fyri framman.

Flytipakki

Smyril Line bjóðar tær, ið hevur valt Føroyar, eitt serligt flytitilboð, ið er ein flytipakki við serprísi á flutning av innbúgvi frá tínum bústaði í Danmark og heim til Føroya. Sí tilboðið her.

Flytigóðs

Tú kanst fáa flytigóðsið við tær toll- og avgjaldsfrítt undir ávísum treytum, tá tú flytur heimaftur. Tú skalt t.d. hava verið búsitandi í útlondum í minst eitt ár, lutirnir skulu vera brúktir av tær og vera minst 6 mánaðir. Matvørur, tubbaksvørur og rúsdrekka kann ikki innflytast toll- og avgjaldsfrítt sum flytigóðs. Fyri at brúka regluna um toll- og avgjaldsfrítt flytigóðs skalt tú kunna vísa eina flytiváttan frá kommununi, ið tú flytur til. Flytiváttanina fært tú frá kommununi. Tú skalt eisini fylla út og skriva undir eina flytigóðsváttan frá TAKS, sum tú finnur við at trýsta á leinkið niðanfyri. Eftir at flytigóðsið er komið til Føroya, fært tú eitt skjal frá flutningsfelagnum. Hetta skjalið skalt tú brúka til at fylla út flytigóðsváttanina.

Minst til at vera fyrivarin og tryggja flytigóðsið við eini flytigóðstrygging.

Flytipakki - serprís á bingju

Smyril Line bjóðar tær, ið hevur valt Føroyar, eitt serligt flytitilboð við serprísi á flutning av innbúgvi frá tínum bústaði í Danmark og heim til Føroya.

Sí tilboð

Innflyting av bili

Tú kanst fáa bilin heim við tær toll- og avgjaldsfrítt, um bilurin er til egna nýtslu, tú hevur átt hann í minst 6 mánaðir og hevur búð í landinum, tú flytur frá, í minst 1 ár. Tó skal skrásetingargjald rindast til Akstovuna, sí meira um hetta niðanfyri. Fyri at fáa bilin heim til Føroya, skal hann skrásetast og fáa føroyskt nummarspjaldur. Tú kanst bert skráseta bilin í Føroyum, um eigarin (brúkarin) hevur fastan bústað í Føroyum.

Soleiðis gert tú:

  • Upp til fýra vikur áðrenn tú útflytur bilin úr Danmark, skalt tú sýna hann.
  • 14 dagar áðrenn útflyting biður tú SKAT um eina virðisáseting. Sí vegleiðing her.
  • Tá ið bilurin er komin til Føroya, skalt tú í fyrstu atløgu tekna trygging fyri at kunna fáa eitt nummarspjaldur. Ábyrgdartrygging er lógarkravd, men vit viðmæla tær at tekna Partvísa skrokktrygging ella Skrokktrygging eisini – tað veldst um aldurin á bilinum. Les meira her.
  • Tá ið tú hevur teknað trygging, skal bilurin sýnast á Akstovuni.
  • Síðani skal TAKS tollstempla pappírini, sum tú fekst frá Akstovuni í sambandi við sýnið.
  • Send avrit av tollstemplaðu pappírunum til: motorcenter@skat.dk sum skjalprógv fyri, at bilurin er fluttur úr Danmark. Journalnummarið, ið tú fekst frá SKAT í sambandi við virðisásetingina, skal skrivast í evnisteigin á teldubrævinum. Akstovan sendur danska nummarspjaldrið til SKAT í Danmark. Á leið 3 vikur eftir fært tú skrásetingaravgjaldið útgoldið frá SKAT.

Minst til at rokna út á leið, hvussu nógv tú fært aftur, ella skalt gjalda, fyri at skráseta bilin í Føroyum. Hetta fyri at kunna meta um, hvørt tað loysir seg at taka bilin við heim ella ikki. Gev gætur, at í Føroyum nýta vit framleiðsluvirðið, meðan man í Danmark nýtur søluvirðið. Hetta merkir, at man møguliga skal rinda nógv fyri at fáa ein gamlan bil, ið hevur eitt lægri søluvirði enn framleiðsluvirði, heim til Føroya. Sí dømi á skrásetingargjøldher.

GG! Dømið vísir bert, hvat tú skal gjalda í Føroyum, tvs. at danska skrásetingargjaldið, ið tú fært aftur, ikki er roknað við. Upprunagjaldið í døminum er framleiðsluvirðið.

Flyting

Tá ið tú flytur heim til Føroya, skalt tú bert boða kommununi, tú flytur til, frá. Tað er sostatt ikki neyðugt at boða frá í Danmark, áðrenn tú flytur. Tú kanst boða frá flyting við at fara persónliga inn á kommununa ella fylla út eitt tilflytingarskjal, ið tú finnur á heimasíðuni hjá kommununi, og senda tað til kommununa. Sí vegleiðing til tær ymisku kommunurnar á heimasíðuni hjá kommununi, tú flytur til.

Um tú hevur børn, ið ikki hava búð í kommununi áður, er neyðugt at hava avrit av passi, navna- og føðibrævi hjá børnunum við.

Harumframt skalt tú boða Posta og tínum peningastovni frá – bæði tí danska og tí føroyska peningastovninum, um tú hevur báðar.

 

Grundstykki og bústaðir

Ynskir tú at keypa grundstykki, skalt tú skriva teg upp til eitt grundstykki í ynsktu kommununi. Vit mæla tær til at skriva teg upp, longu meðan tú ert búsitandi uttanlands. Í Tórshavnar kommunu eru reglurnar eitt sindur øðrvísi - har er eingin bíðilisti, men tú kanst melda teg til útlutanir so hvørt, kommunan almannakunngerð, at grundøki í nýggjum útstykkingum eru klár at luta út. Lýst verður í fjølmiðlunum, nær og hvar tú kanst skriva teg upp, tá ið ein útstykking er klár.

Tað kann vera strævið at leita eftir bústaði í Føroyum, meðan tú ert uttanlands. Tí bjóðar Skyn Facetime-framvísingar, so tú hevur næstan sama møguleika, sum keyparar í Føroyum, at meta um ognina. Set teg í samband við Skyn á skyn@skyn.fo, um tú ynskir eina Facetime-framvísing.

Dagstovnar 

Tú kanst skriva børn upp til pláss í føroyskum dagstovni, 6 mánaðir áðrenn tú flytur heim. Hevur tú fleiri børn, verður avsláttur latin. Tað er ymiskt, hvussu nógvur avsláttur verður latin í ymsu kommununum. Fyll út umsóknarblað á heimasíðuni hjá kommununi, sum tú ætlar at flyta til.

 

ALS

Áðrenn tú kemur til Føroya, er tað týdningarmikið at biðja tín danska a-kassa um eina limaskapsváttan. Hendan váttanin skal latast ALS saman við lønarseðlum fyri teir seinastu 12 mánaðirnar, ið tú hevur verið í arbeiði. Hevur tú fingið dagpengar útgoldnar frá donskum a-kassa, skalt tú biðja a-kassan um útskriftir yvir útgoldnar vikur í Danmark. Hesar verða so mótroknaðar í ALS-tíðarskeiðinum, sum vóru tær brúktar í Føroyum. Tá tú ert komin til Føroya, skalt tú lata ALS eitt umsóknarblað, ið tú finnur her. Hevur tú búð í Danmark í meira enn 12 mánaðir og ikki tryggjað teg móti arbeiðsloysi, hevur tú ikki rætt til ALS-útgjald.

Ert tú nýútbúgvin, tá tú flytur heim, er tað umráðandi, at tú ert limur í donskum a-kassa í seinasta lagi 2 vikur eftir loknan lesnað. Í Føroyum ber ikki til at fáa dimittendsats (dagpeningasatsur til nýútbúgvin), so tú hevur ikki rætt til dagpening í ALS sum nýútbúgvin, um tú ikki hevur eina lønarinntøku, sum ALS kann rokna arbeiðsloysisstuðulin eftir. Tú kanst tó fáa tín danska dimittendsats við tær til Føroya í 3 mánaðir, um tú ert limur í donskum a-kassa.

 

Skattur 

Hevur tú flutt bústað og byrjar hjá einum arbeiðsgevara, sum flytur tær løn, afturheldur TAKS sjálvvirkandi skattin og ávís gjøld, uttan at tær nýtist gera meira. TAKS afturheldur landsskatt, kommunuskatt, møguliga kirkjuskatt, arbeiðsmarknaðargjøld, heilsutrygdargjald og kringvarpsgjald. Føroyska skattaskipanin er gjørd soleiðis, at hon gjøgnum árið so hvørt roknar út, hvussu nógv skal rindast í skatti í mun til inntøkuna, og afturheldur hesa upphæddina í lønini. Flytur tú til Føroya mitt í einum ári, og veitst tú, hvør tín inntøka verður  restina av árinum, kanst tú boða TAKS frá hesum við eini fyribils skráseting av inntøkuni. Tá verður skatturin roknaður rætt. Les meira her.

 

Barnafrádráttur

Hevur tú børn, fært tú frádrátt í skattinum, sonevndan barnafrádrátt. Barnafrádrátturin er býttur millum land og kommunu. Frádrátturin, sum verður givin í landsskattinum, er tengdur at aldrinum hjá barninum, t.e. um barnið er eldri ella yngri enn 7 ár. Frádrátturin í kommunuskattinum er ymiskur í øllum kommunum, millum 4.000 og 10.000 krónur árliga fyri hvørt barnið. Les meira her.

 

Pensjón

Um tú eigur eina pensjónssamansparing í Danmark og ynskir at flyta hana heim til Føroya, so skalt tú gjalda fullan úrtíðarskatt (60%) av samansparingini í Danmark, áðrenn hon verður flutt til Føroya. Tú hevur tó møguleika at søkja TAKS um at fáa skattin endurrindaðan í Føroyum, um ávísar treytir eru loknar. Tú skalt m.a. hava búð í Danmark alt tíðarskeiðið, meðan tú hevur goldið inn á donsku pensjónssamansparingina. Hvussu long tíð er liðin, síðani tú flutti heim aftur til Føroya, er eisini avgerandi. Vit mæla tær til at seta teg í samband við TAKS fyri at fáa nærri kunning, áðrenn tú flytur pensjónssamansparingina heim til Føroya.

 

Trygging

Tað hevur stóran týdning at tryggja bæði teg og títt, tá ið tú flytur heim. Vit mæla tær til í minsta lagi at tekna Familju- og Vanlukkutrygging. Familjutrygd er ein innbúgvs- og ábyrgdartrygging fyri teg og húskið. Ábyrgdartryggingin umfatar ta ábyrgd, ið tú sum privatpersónur kann ábyrgdast fyri. Vanlukkutrygd er títt persónliga trygdarnet, um tú skuldi verið fyri vanlukkutilburði. Hevur tú børn, er tað eisini týdningarmikið eina barnavanlukkutrygging til tey. Les meira her ella set teg í samband við Trygd á trygd@trygd.fo fyri at finna út av, hvør tín tørvur er.

 

NemID

NemID er tín atgongd til Netbankan. Um tú hevur eitt danskt NemID, kanst tú brúka tað í Føroyum eisini. Tað einasta, tú skalt gera, er at venda tær til tín peningastovn og upplýsa títt danska persónsnummar (cpr-nr.) og undirskriva eitt samtykki.

 

Mínboks og Mínlykil

Mínboks er tann føroyska e-Boks. Í Mínboks fært tú post frá fyritøkum og stovnum beinleiðis á telduna. Stovna Mínboks og les meira her.
Mínlykil er ein trygg og felags innritingarskipan til Mínboks og aðrar tænastur hjá virkjum og stovnum. Tað er ókeypis at stovna og nýta Mínlykil. Tú kanst bíleggja Mínlykil her.

 

Borgaragluggin

Sjálvgreiðslan hjá TAKS til borgarar er www.borgaragluggin.fo. Har ber m.a. til at síggja upplýsingar, ið TAKS hevur um teg, og avgreiða flestøll viðurskifti við TAKS alt samdøgrið. Fyri at fáa atgongd til Borgaragluggan krevst, at tú hevur Mínlykil.


Fakfelag og A-kassi

Vit mæla tær til at gerast limur í einum fakfelag, ið arbeiðir fyri at betra korini innan títt fakøki. Nøkur av teimum føroysku fakfeløgunum finnur tú her.

Í Føroyum er ikki sama skipan við  a-kassum, sum vit kenna frá Danmark, men øll gjalda sjálvvirkandi til ALS umvegis skattin.

 


VÆLKOMIN HEIM

                                                                                                          

Útisetar

Vit hjálpa tær bæði áðrenn, tú fert uttanlands, meðan tú ert uttanlands, og tá ið tú skalt flyta heim aftur til Føroya.

To kvinder ved en computerskærm på et kontor

Fyrsta starvið

Skiftið frá lestrarlívi og studningi til starv og inntøku ber við sær heilt aðrar møguleikar.

Keypa bústað

Fyri fólk flest er eitt bústaðarkeyp ein sera stór avgerð og helst tann størsta íløgan, tá ið samanum kemur. 

Ungt par med flyttekasser og en plante

Flyta saman

Tá ið avgerðin um at flyta saman er tikin, hava tit nógv at hugsa um og gleða tykkum til. Vit hava sett nøkur góð ráð saman til tykkum, sum flyta saman.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv