Tiltak

Hjálp eg skal uttanlands at lesa

Skal tú flyta av landinum og situr inni við eini rúgvu av spurningum?

So vita vit júst hvat tú skalt gera. Aftur í ár skipa Ó og BankNordik fyri væleydnaða tiltakinum "Hjálp eg skal uttanlands at lesa" dagarnar 1. og 2. august.
Til tiltakið verða eitt breitt úrval av viðkomandi fyrilestrum og møguleiki er at vinna viðkomandi vinningar:

  • Ein flytiplattur frá Posta
  • Sveiggj flogferðaseðlar
  • Atgongumerki til Summarfestivalin

 

Tað kann tykjast fløkjasligt at flyta av landinum í lestrarørindum. Hvussu gert tú við SU, NemID, CPR nr., banka- og tryggingaviðurskifti? Um tú ert ein av teimum, ið situr inni við hesum, ella øðrum spurningum, er tað júst tær, vit skulu hava fatur á.

Fyrilestrahaldarar koma at greiða frá lestrarlívinum í:

  • Keypmannahavn
  • Aalborg
  • Århus
  • Onglandi
  • Íslandi.

 

Í millum fyrilestrarnar eru fløvar tvíflísar og frísktpressað djús frá No. 12 at fáa, afturvið góðum summartónum ið livandi DJ spælir fyri okkum.

Kom til tiltakið “Hjálp, eg skal uttanlands at lesa", ið Ó og BankNordik skipa fyri, og fá góð ráð og svar uppá tínar spurningar.

 

TILTAKIÐ ER ÓKEYPIS, OG ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN.

 

 

 

 

 

Ungdómsbankin

Vit eru her fyri at hjálpa tær

230 555

Send okkum boð