Starvslýsing

Lestrarstarv á Marknaðardeildini

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum lesandi til eitt lestrarstarv á Marknaðardeildini. Deildin hevur ábyrgd av marknaðarføring, branding og samskifti í øllum samtakinum, og arbeiðsøkið fevnir um Føroyar, Danmark og Grønland.

Starvið gevur tær góðan møguleika at fáa hollar og viðkomandi arbeiðsroyndir, meðan tú nemur tær hægri útbúgving. BankNordik er í eini spennandi menningartilgongd, og á Marknaðardeildini hava vit nógv at gera. Tí sóknast vit nú eftir einum lesandi við áhuga fyri marknaðarføring og samskifti, sum hevur hug til at luttaka í arbeiðinum á deildini.

Um starvið

Uppgávurnar á Marknaðardeildini eru bæði spennandi og fjølbroyttar, og tú sleppur at arbeiða við nógvum ymiskum uppgávum. Ein týðandi partur av starvinum er at arbeiða við teksti og at framleiða skrivligt tilfar til eitt nú heimasíðu og intranet – bæði á donskum og føroyskum. Tí er tað umráðandi, at tær dámar at skriva, umseta og rættlesa.

Harumframt fevnir arbeiðið um sosialar miðlar, at dagføra heimasíður, samskipa uppgávur og svara fyrispurningum av ymsum slag. Aðrar fyrifallandi uppgávur kunnu eisini koma fyri.

Um teg

Tú ert lesandi og ynskir at sameina hægri útbúgving við eitt viðkomandi lestrarstarv. Tú ert áhugað/ur í marknaðarføring og samskifti, og tú dugir væl at skriva lættan og greiðan tekst. Tað er ein treyt, at tú ert stinn/ur í bæði føroyskum og donskum máli.

Persónligu eginleikar tínir eru m.a. opinleiki og framsøkni, og tú hevur harumframt eitt sjálvstøðugt og miðvíst arbeiðslag. Eisini er umráðandi, at tú megnar at hava greiðu á fleiri ymiskum uppgávum í senn.

Vit bjóða

Eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi. Starvið gevur innlit í nógv ymisk viðurskifti viðvíkjandi marknaðarføring av samtakinum í Føroyum, Danmark og Grønlandi.

Starvsstaðurin er í høvuðssæti okkara í Havn, og vit ímynda okkum, at tú kanst arbeiða 10-15 tímar um vikuna.

Umsókn

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rúnu N. Rasmussen, samskiftisráðgeva, á telefon 230 478 ella rr@banknordik.fo.

Skrivlig umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi prógvum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 28. september 2018. Umsóknin skal sendast starvsfólkadeildini: hr@banknordik.fo.

Starvslýsing

Ráðgevi til Marknaðardeildina

Vit sóknast eftir einum marknaðarráðgeva til Marknaðardeildina, ið hevur ábyrgd av branding, marknaðarføring og samskifti í samtakinum, bæði í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv til 31. desember 2019.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv