Privatkundaráðgevi til deild okkara í Keypmannahavn

Ert tú til reiðar til tína næstu avbjóðing? Kundi tú hugsa tær eitt starv í Danmark? BankNordik søkir nú eftir fólki til eitt spennandi, mennandi og útvent starv sum privatkundaráðgevi í Keypmannahavn.

Starvið

Sum privatkundaráðgevi í Keypmannahavn kemur tú at hava samband við bæði danskar og føroyskar kundar. Í starvinum er týdningarmikið altíð at hava ráðgeving og kundan í miðdeplinum og at veita góða tænastu.

Starvið inniber tætt samskifti við bæði verandi og nýggjar kundar, og tað er umráðandi, at tú tímir og dugir at koma í samband við nýggjar kundar. Tú fært harafturat ein virknan leiklut í áhaldandi menningini av tænastum og kundarøkt í bankanum.

Um tú, saman við tínum toymi, dugir at røkka góðum úrslitum, hevur tú góðar møguleikar fyri menning í BankNordik – bæði fakliga og persónliga.

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú:

  • ert útbúgvin í peningastovni

  • hevur royndir innan sølu

  • leggur dent á at veita eina serliga góða tænastu

  • ert málsøkin og brennur fyri at náa ítøkiligum úrslitum

  • dugir væl at fáa og varðveita eitt gott samband við nýggjar kundar

  • hevur góð samskiftisevni og ert samstarvssinnað/ur

  • ert opin, framsøkin, úrslitagóð/ur og nýhugsandi

Vit vænta, at tú hevur skil fyri handli, trívist í einum uppsøkjandi starvi og setur tær høg og samstundis realistisk mál. Vit leggja dent á, at tú dugir, og at tær dámar at ráðgeva innan øll tænastuøki bankans.

Sum persónur ert tú jaligur, dugir at taka ábyrgd og at arbeiða sjálvstøðugt. Tú ert fyrikomandi bæði fyri kundum og starvsfeløgum, og tú gevur títt íkast til eitt gott arbeiðsumhvørvi. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við SDC, men ikki eitt krav.

Vit bjóða

Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi.

Tú verður partur av einum eldhugaðum toymi, ið leggur stóran dent á at tryggja kundanøgdsemi við ráðgeving, ið tekur støði í tørvinum hjá tí einstaka, og sum á tann hátt skapar virði fyri kundan.

Umsókn

Skrivlig umsókn við lívsrensli og viðkomandi prógvum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. august 2018. Til ber at senda umsóknir til hr@banknordik.fo.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við starvsfólkaleiðara Heidi Davidsen, hd@banknordik.fo, tlf. 330 330.