Starvslýsing

Starvsfólk til Fíggjardeildina

Vit sóknast eftir einum framsøknum og eldhugaðum starvsfelaga til Fíggjardeildina í BankNordik-samtakinum at byrja 1. mars 2019 ella eftir nærri avtalu

Um starvið

Sum starvsfólk á Fíggjardeildini í Føroya størsta peningastovni fært tú ein spennandi og fjøltáttaðan gerandisdag. Fíggjardeildin tekur sær av øllum innanhýsis og uttanhýsis roknskapum, solvensuppgerðum, solvenstørvi, likviditetsuppgerðum, niðurskrivingum og burturleggingum í BankNordik-samtakinum.

Yvirskipaða uppgávan verður at taka virknan lut í fjølbroytta arbeiðinum á deildini, og arbeiðsuppgávurnar eru m.a:

  • Fyrireiking og innlating av m.a. roknskapi og solvensdata til myndugleikar, undir hesum Fíggjareftirlitið og tjóðbankan
  • Gjøgnumganga og taka støðu til niðurskrivingar saman við Kredittdeildini og øðrum deildum í samtakinum
  • Aðrar roknskapar- og fíggjaruppgávur

Førleikakrøv

  • Tú hevur HD-roknskap, cand. merc. aud. við royndum innan grannskoðan ella aðra viðkomandi útbúgving og/ella arbeiðsroyndir
  • Tú arbeiðir sjálvstøðugt
  • Tú hevur góð analytisk evni
  • Tú hevur ein effektivan arbeiðshátt og leggur stóran dent á, at freistir verða hildnar
  • Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni

Harafturat vænta vit, at tú ert jalig/ur, fyrikomandi, loysir tínar uppgávur við nærlagni og tekur virknan lut í at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Vit bjóða

Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum góðum, nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært ávirkan á arbeiðshættir og mannagongdir.

Tú verður partur av einum fakliga sterkum og eldhugaðum toymi, ið umsitur fíggjarviðurskiftini fyri alt samtakið. Tú fært sostatt innlit í føroysk, donsk og grønlendsk fíggjarviðurskifti.

Setanartreytir verða avtalaðar eftir royndum og førleikum.

Umsókn

Tú søkir starvið her. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 20. desember 2018.

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Cecil Weihe, fíggjarleiðara, cw@banknordik.fo, tlf. 330 345, ella Rune Nørregaard, fíggjar- og kredittstjóra á run@banknordik.fo, tlf. 330 442



HR-ráðgevi til Starvsfólkadeildina

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv