Starvsfólk til Kundatænastuna 

Vit sóknast eftir dugnaligum, ágrýtnum og fyrikomandi starvsfólkum til Kundatænastuna í høvuðssæti okkara at byrja skjótast gjørligt.

Í BankNordik arbeiða vit miðvíst við at veita kundum okkara eina góða tænastu, og í hesum sambandi hevur Kundatænastan ein týðandi leiklut.

Í Kundatænastuni leggja vit okkum eftir at veita eina skjóta, góða og smidliga ráðgeving. Uppgávurnar á deildini eru ymiskar og fevna m.a. um:

  • Telefonavgreiðslu
  • Kassaavgreiðslu
  • Ráðgeving
  • Netbankaavgreiðslu


Størvini í Kundatænastuni eru í fyrsta umfari tíðaravmarkaði til eitt ár.

Gerandisdagurin í Kundatænastuni er fjølbroyttur og merktur av hjálpsemi og góðum samstarvi millum starvsfelagarnar. Vit leggja stóran dent á at gagnnýta styrkirnar hjá hvørjum einstøkum starvsfólki til fulnar og at varðveita eitt gott samanhald og eitt jaligt arbeiðsumhvørvi á deildini.

Persónlig vangamynd

Vit sóknast eftir starvsfólkum, sum hava hug til at arbeiða í einum jaligum toymi, og sum ynskja at taka virknan lut í arbeiðinum í Kundatænastuni.

Vit leita eftir starvsfólkum, ið fyrst og fremst eru tænastusinnað, ábyrgdarfull, hava jaligan hugburð, og sum bæði duga væl at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving innan banka ella aðra viðkomandi útbúgving, men tó ikki eitt krav.

Meira at vita

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Thorvald Petersen, leiðara í Kundatænastuni, á telefon 330 330 ella á tjp@banknordik.fo.

Umsókn

Skrivlig umsókn við lívsrensli (CV) skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 24. juli 2018. Send tína umsókn við teldubrævi til hr@banknordik.fo.


Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv