Starvslýsing

Dugnaligur og miðvísur vinnuráðgevi

Í BankNordik hava vit drúgvar royndir í føroyskum vinnulívi. Nú sóknast vit eftir einum dugnaligum vinnuráðgeva, ið hevur hug at gerast partur av eldhugaða ráðgevingartoymi okkara á Vinnudeildini í Havn.

Starvið

Sum vinnuráðgevi fært tú eitt fjølbroytt starv við nógvum ymiskum uppgávum. Tín fremsti leiklutur verður at veita kundunum eina dygdartænastu og heildarráðgeving, sum altíð tekur støði í tørvinum hjá tí einstaka.

Millum kundar okkara eru bæði smærri fyritøkur, ið virka á føroyska marknaðinum og føroysk virki, ið hava allan heimin sum sítt virkisøki. Gerandisdagurin á Vinnudeildini er sostatt spennandi og avbjóðandi, og vit leggja okkum altíð eftir at hava eitt gott og tætt samstarv við okkara kundar.

Førleikakrøv

  • Tú hevur viðkomandi útbúgving, t.d. bankaútbúgving, HD ella cand.merc.
  • Tú hevur kunnleika til og áhuga fyri føroyskum vinnulívi og ymiskum vinnugreinum.
  • Tað er ein fyrimunur, um tú hevur vinnulívsroyndir.

Starvið inniber nógv samskifti við bæði kundar og starvsfelagar. Tí er tað umráðandi, at tú ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur, og at tær dámar at fáa samband við nýggjar kundar.

Nakrir av tínum persónligu eginleikum eru, at tú ert opin, framsøkin og at tú leggur dent á at náa góðum úrslitum. Fyri at eydnast í starvinum mást tú hava eitt sjálvstøðugt arbeiðslag, duga væl at arbeiða í toymi og brenna fyri at veita kundunum ta bestu ráðgevingina.

Vit bjóða

Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi.
Tú verður partur av einum eldhugaðum toymi við drúgvum royndum og djúptøknum innliti í føroyskt vinnulív.

Umsókn

Skrivlig umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi prógvum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. desember 2018. Til ber at søkja starvið her.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jón Brekku, vinnuleiðara, á telefon 230521 ella á jb@banknordik.fo.

HR-ráðgevi til Starvsfólkadeildina

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv