Næmingur í bankanum

BankNordik er eitt av stóru arbeiðsplássunum í Føroyum. Hetta setir krøv til okkum, og vit leggja tí stóra orku í at bjóða eitt umhvørvi við møguleikum, har øll trívast og mennast.

Næmingar eru ein sjálvsagdur partur av umhvørvinum í bankanum. Sum næmingur í BankNordik fært tú eina holla og nútímans útbúgving í einum altjóða arbeiðsumhvørvi við spennandi avbjóðingum. 

Kára Patursson um at vera næmingur í BankNordik

"Fíggjarheimurin hevur altíð hugtikið meg. Eg byrjaði í Avgreiðsludeildini, og har treivst eg sera væl. Eitt áhugavert starv við nógvari ferð. Sera dugnalig fólk, nógv ymisk arbeiðsøki eru og nógvar áhugaverdar avbjóðingar. Tá bankin so søkti eftir næmingum, ivaðist eg ikki eina løtu. Tað var tað, eg vildi. Tú hevur nógvar møguleikar fyri at menna teg og skapa tær eina spennandi yrkisleið. BankNordik er millum størstu arbeiðsplássini í landinum, og her eru nógvir góðir møguleikar at velja ímillum. Her keðir ein seg ongantíð."

Kára um útbúgving, viðskiftafólk og starvsfelagar

Útbúgvingin er bæði praktisk og teoretisk og býtt upp í tveir partar: ein praktiskan og ein teoretiskan. Skúlin tekur tvey ár. Sum næmingur kemur tú runt í øllum arbeiðsøkjum bankans. Ein ætlan verður gjørd fyri hvønn næming, og har verður ásett, hvussu leingi, tú verður í hvørjum øki.

Fyrra árið endar við einari skrivligari próvtøku, og seinna árið endar við einari verkætlan, sum tú skalt verja. Tú lærir at skilja tørvin hjá viðskiftafólki, ráðgeva teimum, umframt at tú sjálvsagt lærir um allar tænastur bankans. Fyrra árið hevur tú fimm kravdar lærugreinir:

  • Ráðgevi í fíggjarheiminum

  • Kundin og fíggjarfyritøkurnar

  • Fíggjarligar vørur

  • Fíggjarligar fyritøkur og samfelagið

  • Fíggjarheimurin

Endamálið við útbúgvingini er millum annað, at tú sjálvstøðugt skalt kunna ráðgeva viðskiftafólki og skilja fíggjarligar trupulleikar.


Dugnaligir starvsfelagar

Mín fyrsta fatan av BankNordik var góð. Eg varð sera væl móttikin av starvsfelagunum, sum eru dugnaligir og hjálpsamir. BankNordik leggur stóran dent á trivnaðin millum starvsfólk, og tað haldi eg vera sera umráðandi. Umframt ókeypis frukt og kaffi verður skipað fyri skeiðum, útferðum og veitslum. Samanhaldið millum ‘tey ungu’ her í bankanum er gott, og tað gongur ikki long tíð millum, at vit gera okkurt saman. Vit fara út at eta, bovla og kanska ein túr í býin av og á.


Nøgd viðskiftafólk

Mær dámar sera væl, at í BankNordik hendir hvønn dag okkurt nýtt og spennandi. Tú møtir nýggjum fólki, og einki er so jaligt sum at síggja viðskiftafólk, ið fara úr bankanum væl nøgd og glað.

Úbúgvingin

Les meira um, hvussu útbúgvingin er skipað.

Próvtøka

Kunna teg um próvtøkurnar, sum eru í sambandi við útbúgvingina.

Løn og arbeiðstíð

Hvussu leingi, og hvussu nógv? Fá meira at vita her.

To kvinder kigger på computerskærm på kontor

Okkara arbeiðspláss

Fá meira at vita um BankNordik sum arbeiðspláss.

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv