Um útbúgvingina

Útbúgvingin er býtt upp í ein praktiskan og ein teoretiskan part. Fíggjarskúlin skal takast í lærutíðini. Finansraadet, Finanssektorens Uddannelsescenter, Handilsskúlin og bankin standa fyri skúlanum í felag.

Fíggjarskúlin er býttur upp í tvey lestrarár. Fyrra árið verður nýtt til kravdar lærugreinir og seinna árið til valfríar lærugreinir. Kravdu lærugreinirnar eru umleið helvtin av allari útbúgvingini, til samans 25 skúladagar. Valfríu lærugreinirnar eru ymiskar, alt eftir hvørja linju, næmingurin og bankin velja. Hesin parturin er millum 15 og 25 skúladagar.

Endamálið við kravdu lærugreinunum er, at tú fert at skilja fíggjarligar trupulleikar og tørvin hjá einum viðskiftafólki og haraftrat fært førleika at vísa til ein serfrøðing á økinum. 

5 kravdar lærugreinar

  • Kundin og fíggjarfyritøkurnar
  • Fíggjarligar fyritøkur og samfelagið
  • Ráðgevi í fíggjarheiminum
  • Fíggjarligar vørur
  • Fíggjarheimurin

Samanlagt geva hesar lærugreinir eina breiða vitan og førleika til at arbeiða í eini fíggjarfyritøku. Endamálið við teimum valfríu lærugreinunum er, at tá tú hevur lokið útbúgvingina, skalt tú sjálvstøðugt kunna ráðgeva viðskiftafólki um viðurskifti, ið eru tengd at teimum sergreinum, tú hevur valt at útbúgva teg í. T.d. kann talan verða um skaðatrygging, íløguráðgeving, sethúsaráðgeving ella eina breiðari ráðgeving á privata marknaðinum.

Próvtøka

Fá meira at vita um próvtøkurnar, ið eru knýttar at útbúgvingini.

To kvinder kigger på computerskærm på kontor

Okkara arbeiðspláss

Les um BankNordik-samtakið sum arbeiðspláss.

Løn og arbeiðstíð

Hvuss nógv og hvussu leingi? Kunna teg um viðurskiftini her.

Næmingur í bankanum

Les um upplivingina og royndirnar hjá einum fyrrverandi næmingi.

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv