Okkara arbeiðspláss

Tað er umráðandi fyri BankNordik sum arbeiðsgevara at varðveita og draga at sær dugnalig og heilhugað starvsfólk, sum hava áræði og førleika at reka eina virðisskapandi fíggjarfyritøku. Tí vilja vit skapa fyrirtreytirnar fyri einum góðum og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, har førleikamenning og trivnaðartiltøk støðugt styðja uppundir. Vit ásanna, at tað hevur stóran týdning, at okkara starvsfólk hava eina sunna javnvág millum arbeiðslív og privatlív, og eru tilvitað um, at trivnaðurin og heilsan hjá starvsfólkunum eru av størsta týdningi, um BankNordik-samtakið skal vera kappingarført í fíggjargeiranum í framtíðini.

 

Trivnaður og heilsa

Tað hevur avgerandi týdning, at tey, sum hava sína dagligu gongd í BankNordik, trívast og kunnu vera errin av at fara til arbeiðis. Starvsfólkini eru tað týdningarmesta tilfeingið hjá bankanum, og vit arbeiða alsamt við trivnaði, menning og tiltøkum, sum stimbra samleikan og mentanina hjá fyritøkuni.

BankNordik ger eina árliga mentanarmáting, sum eggjar stavsfólkunum til at siga sína hugsan um ymisk viðurskifti í fyritøkuni. Endamálið er m.a. at fáa eina greiðari mynd av, hvussu sterk virkismentanin er, hvussu væl fyritøkan livir upp til egin virði, og hvørji tiltøk eiga at verða raðfest í framtíðini. Ein óheftur veitari gjørdi ta fyrstu mentanarmátingina í bankanum í 2016. Úrslitið var 3,9 eftir stiganum 1-5. Hetta halda vit vera eitt nøktandi úrslit, sum eisini gevur okkum eitt sammetingargrundarlag til mentanarmátingina í 2017.

Starvsfólkatrivnaður

BankNordik skipar regluliga fyri tiltøkum, sum hava til endamáls at fremja starvsfólkatrivnaðin. Harumframt eggjar BankNordik eisini starvsfólkunum til at liva sunt, m.a. við at hava fruktskipanir á øllum deildunum hjá bankanum og avtalur við venjingarmiðstøðir.

Útbúgving og menning

Tá ið førleikastigið í starvsfólkahópinum er høgt, er BankNordik kappingarførur. Tí virka vit alsamt fyri at menna okkara menniskjatilfeingi og soleiðis tryggja tilverugrundarlagið hjá bankanum og betra framtíðarmøguleikarnar hjá tí einstaka starvsfólkinum. Hvørt ár setur bankin eina munandi upphædd í at útbúgva nýggj starvsfólk og í eftirútbúgving, m.a. næmingaútbúgvingina og HD, 1. part, sum vit eggja øllum okkara atstøðingum til at taka.

Í sambandi við tær árligu starvsfólkamenningarsamrøðurnar, sum øll starvsfólk í bankanum taka lut í, umrøða vit menning og útbúgving. Á henda hátt fær tað einstaka starvsfólkið høvi at ávirka arbeiðsmenningina ein veg, sum bæði sampakkar við áhugan hjá starvsfólkinum og gagnar BankNordik.


Útbúgvingin

Les meira um, hvussu útbúgvingin er skipað.

Próvtøka

Fá meira at vita um próvtøkur.

Løn og arbeiðstíð

Hvussu nógv, og hvussu leingi? Fá meira at vita her.

Næmingur í bankanum

Les um royndir og upplivingar hjá fyrrverandi næmingum.

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv