Innskjótaratrygd

Garantiformuen (áður nevnt Innskjótaratrygdargrunnurin) er ein felags skipan fyri peningastovnar, sum verjir kundar og íleggjarar, um tað skuldi hent, at peningastovnurin verður endurreistur ella kemur undir trotabúsviðgerð. Garantiformuen verjir innlán upp til 100.000 evrur (uml. 750.000 kr.) fyri hvønn einstakan persón. Bæði privatkundar og vinnukundar eru vardir, undir hesum eisini felagsskapir og feløg.

Hetta merkir, at tú fært tína inniogn í peningastovninum fult ella lutvíst aftur, um hann fer á húsagang. Um tú hevur skuld í peningastovninum, verður hon mótroknað teirri upphædd, sum er vard av Garantiformuen.

Serligar reglur

Ávís sløg av inniognum eru vard við meira enn 100.000 evrum:

  • Inniogn á pensjónskontum er vard óavmarkað.
  • Inniogn, ið sambært lóg hevur eitt sosialt endamál og er knýtt at serligum lívsstøðum (t.d. hjúnaskilnaður, arbeiðsskaði ella deyði) er vard við upp til 150.000 evrum (uml. 1 mió. kr.) í seks mánaðir frá tí, at peningurin er settur inn á kontuna.
  • Inniogn, ið stavar frá skaða, sum brotsverk eru atvold til, ella ið stavar frá einum rangum dómi, er vard við upp til 150.000 evrum (uml. 1 mió. kr.) í seks mánaðir frá tí, at peningurin er settur inn á kontuna.
  • Inniogn, ið stavar frá sølu av fastogn, sum fyrst og fremst hevur verið brúkt privat, er vard við upp til 10 mió. evrum (uml. 75 mió. kr.) í 12 mánaðir frá tí, at peningurin er settur inn á kontuna.

Um fleiri persónar eiga kontuna

Um fleiri persónar eiga eina kontu saman, t.d. um eini hjún eiga eina kontu í felag, fáa báðir partar upp til 100.000 evrur frá Garantiformuen, av tí at báðir partar eru at rokna sum sjálvstøðugir innsetarar av hvør sínum parti av samlaðu inniognini.

Virðisbrøv

Um peningastovnurin fer á húsagang, hevur tú rætt til at fáa tíni virðisbrøv útflýggjað. Um peningastovnurin ikki kann útflýggja virðisbrøvini, sum hann hevur havt í varðveitslu ella umsitið, verjir Garantiformuen tíni tap við upp til 20.000 evrum (150.000 kr.) fyri hvønn einstakan persón. Hetta kann t.d. henda, um peningastovnurin hevur skrásett eigaraviðurskiftini skeivt.

Garantiformuen verjir ikki

  • Ábyrgdir
  • Kekkar
  • Virðisbrøv: partabrøv, kapitalprógv, garantiprógv, lánsbrøv, sum eru útskrivað av peningastovninum sjálvum.
  • Innskot frá ávísum innsetarum, t.d. øðrum peningastovnum, realkredittstovnum, fíggingarfeløgum, tryggingarfeløgum og almennum myndugleikum.
  • Skipað innlán, har innistandandi ikki skal gjaldast fult aftur, tá ið bundna tíðarskeiðið er runnið.

Inniogn á serligum innlánskontum fyri 1. januar 2018

Inniogn á serligum innlánskontum, sum eftir reglunum - ið vóru galdandi fyri 1. januar 2018 - var vard óavmarkað, verður framhaldandi vard óavmarkað eftir 1. januar. Hetta er tó bert galdandi fyri pening, ið varð settur á kontu í seinasta lagi 31. desember 2017.

Hetta merkir, at peningur, ið t.d. er settur inn á eina bústaðarsamansparing í seinasta lagi 31. desember 2017 er fult vardur, meðan peningur, ið er settur inn eftir 1. januar 2018 bert er vardur sum vanligt innlán við upp til 100.000 evrum (uml. 750.000 kr.) fyri hvønn einstakan persón.

Serligt innlán fevnir m.a. um skiftirættarkontur og bústaðarsamansparing.

Ognir í varðveitslu, sum standa á klientkontum hjá advokatum tann 31. desember 2017, eru fult vardar, inntil ognin verður útgoldin ella flutt. Ognir á klientkontum, ið eru settar inn eftir 1. januar 2018, verða vardar sum vanligt innlán við upp til 100.000 evrum (uml. 750.000 kr.) fyri hvønn einstakan persón. Ognirnar kunnu tó eisini vera fevndar av serligu verjuni, ið er nevnd omanfyri.

Meira kunning

Til ber at lesa meira um Garantiformuen her.


Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv