Samfelagsábyrgd

BankNordik tekur samfelagsábyrgd við støði í tí hugsan, at virksemið skal vera eitt positivt íkast í einum handilsligum samanhangi og á tann hátt sampakka við grundleggjandi handilsskap og strategi hjá bankanum. Samfelagsábyrgdin í BankNordik sprettur sostatt úr tí grundfatan, at okkara yvirskipaða ábyrgd snýr seg um at reka effektivt og ábyrgdarfult banka- og tryggingarvirksemi. Vit meta samfelagsábyrgdina at vera ein natúrligan lið í strembanini eftir støðugt at skapa teimum størstu áhugapørtunum í samtakinum virði og leggja tí dent á øki, har tað handilsliga hevur tætt tilknýti til nærsamfelagið.

 

Yvirskipað tekur BankNordik samfelagsábyrgd við denti á trý øki:

 

Kundarnir

Í tí umskiftiliga nútíðarsamfelagnum leggur BankNordik seg eftir at seta kundan í miðdepilin og menna varandi kundasambond við støði í ábyrgd og sínámillum áliti, sum gagnar báðum pørtum. Av tí at tað einstaka kundasambandið er grundarlagið undir okkara handilsskapi, er kundin ein natúrligur liður í samfelagsábyrgdini hjá bankanum. Les meira.

 

Starvsfólkini

Tað er umráðandi fyri BankNordik sum arbeiðsgevara at varðveita og draga at sær dugnalig og heilhugað starvsfólk, sum hava áræði og førleika at reka eina virðisskapandi fíggjarfyritøku. Tí vilja vit skapa fyrirtreytirnar fyri einum góðum og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, har førleikamenning og trivnaðartiltøk støðugt styðja uppundir. Vit ásanna, at tað hevur stóran týdning, at okkara starvsfólk hava eina sunna javnvág millum arbeiðslív og privatlív, og eru tilvitað um, at trivnaðurin og heilsan hjá starvsfólkunum eru av størsta týdningi, um BankNordik-samtakið skal vera kappingarført í fíggjargeiranum í framtíðini. 
Les meira.

 

Nærsamfelagið

Gjøgnum alla sína meira enn 100 ára longu søgu hevur BankNordik havt djúpar røtur í nærsamfelagnum og givið sítt íkast til ta sosialu, mentanarligu og búskaparligu menningina, har sum bankin hevur verið virkin. Nú samtakið hevur vaksið um virksemið í Norðurlondum, leggur BankNordik seg í sama mun eftir at stuðla tiltøkum, ítróttafeløgum og mentanarlívi í teimum nærsamfeløgum, sum bankin virkar í. Les meira.

Frágreiðingar

At taka samfelagsábyrgd er ein inngrógvin liður í strategiini hjá BankNordik - at skapa virði fyri allar samtaksins áhugapartar.

Heimsmálini hjá ST

Við støði í teimum trimum økjunum nevnd omanfyri tekur BankNordik undir við og stuðlar heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning. Í alsamt størri mun hava altjóða myndugleikar, vinnufeløg og aðrir felagsskapir tikið menningarmálini til sín, og hesa stevnuskrá ynskir BankNordik eisini at arbeiða fyri til tess at skapa eina betri og burðardyggari framtíð. Bankin hevur greinað tey 17 heimsmálini við atliti at sínum egna virkisøki, og hevur valgt at leggja doyin á trý útvald stevnumið:

  • Dygdargóð útbúgving (nr. 4)
  • Sømiligt arbeiði og búskaparvøkstur (nr. 8)
  • Burðardyggir býir og býlingar (nr. 11)

Tað er okkara meting, at størst úrtøka fæst við at hugsavna orkuna og serkunnleikan hjá bankanum um hesi trý málini. Í frágreiðingini hjá BankNordik um samfelagsábyrgd fyri 2018 ber til at kunna seg nærri um átøk hjá bankanum, ið styðja undir hesi stevnumið.  

Um samtakið

Les meira um virksemið hjá samtakinum.

Søga

Fá meira at vita um meira enn 100 ára gomlu søgu bankans.

Nevnd

Nevndin í BankNordik hevur evstu ábyrgd av samtakinum.

Samtaksleiðsla

Fá meira at vita um leiðslu bankans.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv