Kundanøgdsemiskanningar

Tað er altíð møguligt at gerast betri

Í BankNordik hava vit støðugt fokus á at gerast uppaftur betri. Kundarnir eru miðdepilin í okkara arbeiði, og tí eru fráboðanir frá kundunum sera týðandi í okkara stremban at tryggja, at vit geva kundunum bestu kundaupplivingina.
Vit gera tí, við hjálp frá útvaldum samstarvsfeløgum, støðugt kundanøgdsemiskanningar, har vit biðja kundarnar meta um bankan út frá ymiskum viðurskiftum. Sum kundi í bankanum kann tú tí vera úti fyri at fáa ein teldupost sendandi frá okkara samstarvsfeløgum, har tú t.d. verður biðin um at svara, hvussu nøgd/ur tú ert sum kundi í bankanum, um tú vil viðmæla øðrum at gerast kundi ella um vit sum banki liva upp til tíni krøv og væntanir.

Hvussu kann eg vita, um telduposturin er ektaður

Nógv hava uttan iva verið úti fyri at hava fingið teldupost ella SMS sum siga, at tey hava arva eina stóra upphædd, eru hepnir vinnarar av eini kapping ella hava pengar til góðar í eini fyritøku. Slíkir teldupostar eru sum oftast falskir og royna at lokka fólk til at upplýsa persónliga viðkvæmar upplýsingar, so sum NemID koduna og bankaupplýsingar. Hesar svikaroyndir kallast ”phishing”.

Av tí at ”phishing” er eitt útbreitt fyribrygdi, eru nógv fólk av røttum illgrunasom, tá ið tey fáa ein teldupost frá einum ókendum sendara. Í BankNordik ynskja vit á ongan hátt, at okkara kundar fáa teldupostar frá okkum ella einum samstarvsfelaga sum leiða til ótryggleika og illgrunasemi um sendarin er sannur. Vit hava tí tætt samstarv við okkara samstarvsfelagar fyri at tryggja góðskuna á trygdini, tá ið teldupostar verða sendir út til kundar.

Tá ið tú sum kundi fær ein fyrispurning um at luttaka í eini kanning vil hetta eyðkenna teldupostin:

  • Um tað er ein samstarvsfelagi hjá BankNordik stendur navnið hjá samstarvsfelagnum og ikki BankNordik sum sendari
  • Um telduposturin hevur eina leinkju til eitt spurnarskema, er leinkjan møguliga lang og hevur nógv ymisk tekin og tøl. Orsøkin er, at leinkjan er til títt persónliga spurnarskema

Hevur tú ikki hug at lutaka kann tú lata vera við at svara teldupostinum ella trýsta á leinkjuna ”ynski ikki at luttaka” sum stendur í teldupostinum.

BankNordik hevur samstarvsavtalur við hesar samstarvsfelagar:

NPS Today
Um tú ynskir at vita meira um NPS Today, tryst her 

Finanssektorens Uddannelsescenter og Dataminds
Um tú vil vita meira um Finanssektorens Uddannelsescenter, trýst her
Um tú vil vita meira um Dataminds, trýst her

Set teg endiliga í samband við okkum, um tú hevur spurningar

Hevur tú spurningar til ein teldupost, sum tú hevur móttikið ella hevur viðmerkingar, funnið ein feil, hevur atfinningar, rós ella eitt uppskot til ymiskt sum kann gerast betur, er tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum við at ringja ella skriva teldupost til okkum her:

Um tú fær ein teldupost, vóna vit, at tú hevur hug at luttaka í okkara spurnarkanning og harvið vera við til at veita virðismikla vitan til okkara arbeiði við at geva kundunum bestu kundaupplivingina.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv