Stuðul

Í BankNordik arbeiða vit út frá okkara virðisgrundarlagi, sum byggir á kjarnuvirðini at vera dugnalig, eldhugað og framsøkin. Tí velja vit at lata stuðul til ymisk endamál, um hetta verður mett at hóska til virðini hjá okkum, og um avtalan kann koma báðum pørtum til góðar.

Umsóknir verða viðgjørdar fýra ferðir árliga. Næstu ferð 14. desembur 2018. Vit viðgera ikki umsóknir til tiltøk, sum liggja minni enn 14 dagar frá umsóknardegnum.

Vit lata ikki stuðul til:

  • Námsferðir / uttanlandsferðir
  • Rakstur
  • Almenn ella kommunal tiltøk

Soleiðis søkir tú um stuðul 

Vit viðgera einans skrivligar umsóknir. Umsóknin skal lýsa verkætlanina, stuðul verður søktur til, og víst skal verða á:

  • hvat endamálið við stuðlinum er
  • á hvønn hátt BankNordik kann fáa ágóða av stuðlinum
  • hvørja upphædd, søkt verður um
  • upplýsingar um stuðul frá øðrum