EM24 Berlin

Saman flyta vit mørk

Vit hava verið høvuðsstuðul hjá føroyskum hondbólti síðani 2016. Tað er stuttligt at síggja, hvussu nógv føroyskur hondbóltur er mentur hesi árini.  Hondbólturin hevur flutt seg frá at vera stórir barnadreymar í hallunum kring landið, til at vera heilt óskiljandi avrik, sum allar Føroyar standa saman um.

Eydnudeildin høvuðsstuðul

Saman eydnast vit

Eydnudeildin stimbrar menningina hjá børnum við serligum tørvi. Hjá fleiri teirra er venjingin hæddarpunktið í vikuni, og saman skapa tey ógloymandi løtur. Vit eru errin av at stuðla einum so einanstandandi arbeiði, sum tað, ið Eydnudeildin ger fyri so nógv børn og foreldur í Føroyum. 

Pápi og sonur lesa bók Bókaklubbin

Saman skapa vit forvitni

Øll børn skulu hava atgongd til føroyskar bøkur. At lesa – og ikki minst at lesa bøkur á móðurmálinum – stimbrar bæði málið, forvitnið og hugflogið hjá barninum.  Sum høvuðsstuðul hjá Bókaklubbanum stuðla vit útisetum, soleiðis at tey kunnu fáa føroyskar bøkur fyri sama prís sum tey, ið búgva í Føroyum. Tað er umráðandi, at føroysk útisetabørn hava somu atgongd til føroyskar bøkur, sum børn í Føroyum.

Saman stuðla vit

Sum ein stór fíggjarfyritøka í Føroyum skulu vit ikki bara veita fígging og ráðgeving til okkara kundar – vit eiga eisini at stuðla tí samfelag, vit eru partur av. Tí tað er nevniliga gjøgnum mentanina, listina, ítróttin, vitanina og onnur góð átøk, at samfelagið gerst livandi og knýtir okkum saman.

 

Vit eru í løtuni stór- og høvuðsstuðul hjá:

 

Umsóknir
Umsóknir verða viðgjørdar fýra ferðir árliga. Næsta viðgerð verður 19. juni 2024.

Vit viðgera ikki umsóknir til tiltøk, sum liggja minni enn 14 dagar frá umsóknardegnum.

Vit lata ikki stuðul til:

  • Námsferðir / uttanlandsferðir

  • Rakstur

  • Útgávur

  • Almenn ella kommunal tiltøk

  • Keyp og framleiðslu av lutaseðlum

 

Eydnudeild Føroyar

Soleiðis søkir tú um stuðul 

Vit viðgera bara skrivligar umsóknir. Umsóknin skal lýsa:

  • hvat endamálið við stuðlinum er
  • á hvønn hátt vit kunnu fáa ágóða av stuðlinum
  • hvørja upphædd, søkt verður um
  • upplýsingar um stuðul frá øðrum