Um samtakið

BankNordik hevur deildir í Føroyum, Danmark og Grønlandi og veitir fíggjartænastur til privatkundar og vinnulív. Harumframt reka dótturfeløgini Trygd og Skyn ávikavist skaðatryggingarvirksemi og ognarmeklaravirksemi. Eisini hevur samtakið dótturfelagið NordikLív, sum er eitt føroyskt lívstryggingarfelag. BankNordik hevur høvuðssæti í Tórshavn og er børsskrásett á Nasdaq Copenhagen.

Deildir í Føroyum

Vit hava fimm deildir í Føroyum umframt deildir í Danmark og Grønlandi.

Sum kundi hjá okkum fært tú allar fíggjartænastur, ið bæði gera tær gerandisdagin lættari, og sum hjálpa tær, tá ið størri peningaligar avgerðir skulu takast; eitt nú í sambandi við bústaðarkeyp, íløgur og pensjón. Prísirnir eru kappingarførir, og jú fleiri fíggjarviðurskifti, tú savnar hjá okkum, tess bíligari verður tað fyri teg.

Vit leggja stóran dent á at veita ráðgeving, sum er løtt at skilja. Á tann hátt fært tú bestu fortreytirnar fyri at taka røttu fíggjarligu avgerðirnar, og tú økir møguleikarnar fyri at fáa sum mest burturúr. 

Banki í meira enn 100 ár

Í fleiri enn 100 ár hava vit ráðgivið okkara kundum - bæði í viðráki og mótgongd. Alt okkara virksemi og øll ráðgeving byggir á kjarnuvirðini: dugnasemi, eldhugi og framsøkni. Samtakið hevur ment seg nógv seinastu árini, og vit virka fyri at at reka eitt ábyrgdarfult og effektivt virksemi, ið bæði skapar virði og gagnar kundum, starvsfólkum, íleggjarum og nærsemfelagnum. 

Vit arbeiða áhaldandi við at menna okkara virksemi, einfalda mannagongdir til tess at varðveita eitt samtak, har góðska og virkisføri eru í hásæti.

Trygd

Skaðatryggingarfelag.

Skyn

Ognarmeklaravirki.

NordikLív

Lívstryggingarfelag.

Deildir uttanlands

Finn deildir í Danmark og Grønlandi.

Samtaksleiðsla

Fá meira at vita um leiðsluna í BankNordik-samtakinum.

Søga

Fá meira at vita um meira enn 100 ára gomlu søgu bankans.

Samfelagsábyrgd

Tað er ein natúrligur liður í virksemi okkara at taka samfelagsábyrgd.

Nevnd

Fá meira at vita um nevnd bankans.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv