Netbankin til telefonir, ið brúka Windows, dettur burtur
12-01-2018

Eftir 1. februar fer tað ikki longur at bera til at brúka Netbanka-appina til telefonir, ið brúka stýrisskipanina Windows. Orsøkin er, at Microsoft heldur uppat at dagføra Windows-telefonirnar, og harvið verður trygdin á telefonunum heldur ikki dagførd. Av trygdarávum er avgerð tí tikin um at halda uppat at bjóða Netbanka-appina til telefonir, sum brúka Windows.