Innrita í Netbankan sum app við fingramerki
18-08-2017

Nú er tað vorðið uppaftur lættari at brúka Netbankan á snildfonini. Hevur tú eina iPhone, sum er 5S ella nýggjari, ella eina Android telefon, sum í minsta lagi er dagførd til útgávu 6.0, so kanst tú nú rita inn í Netbankan sum app við fingramerki ístaðin fyri at skriva loynitalið.

 

Soleiðis byrjar tú

  • Innrita í Netbankan sum app á telefonini sum vant
  • Trýst á teir 3 prikkarnar ovast høgrumegin á skerminum
  • Vel ”uppseting” ella ”settings”
  • Vel ”innrita við tínum fingramerki”

 

Eftir hetta er klárt at brúka títt fingramerki til at innrita í Netbankan á telefonini – skjótt og lætt. 


‹ Aftur