Nýggj sjálvtøka á Strondum
18-08-2017

Í næstum fáa strandingar nýggja BankNordik-sjálvtøku

 

Seinastu tíðina hava vit dagført flestu sjálvtøkur okkara, soleiðis at tað eitt nú ber til at taka út evrur í 6 sjálvtøkum. Í sambandi við dagføringina hava vit eisini mett um yvirskipaðu nýtsluna og tørvin á sjálvtøkum kring landið.

 

Hetta hevur m.a. við sær, at vit í næstum fara at seta upp eina nýggja sjálvtøku á Strondum. Nýggja sjálvtøkan kemur í staðin fyri sjálvtøkuna, sum fyrr í ár varð tikin niður í sambandi við søluna av bankabygninginum í bygdini.  

 

Varðveita sjálvtøkur kring landið

Undantikið tær broytingar, sum longu eru fráboðaðar, verða ongar aðrar sjálvtøkur fluttar ella tiknar niður. Sostatt kunnu okkara viðskiftafólk vænta at varðveita tær sjálvtøkur, sum í dag verða brúktar kring landið. 


‹ Aftur