Kappingarfør pensjónsloysn, ið leggur dent á avkast til kundarnar
31-10-2017

Í Degi og viku fríggjadagin tann 27. oktober vórðu kostnaðirnir hjá ymisku føroysku pensjónsveitarunum viðgjørdir, og í hesum sambandi vórðu skeivar upplýsingar bornar fram viðvíkjandi kostnaðum hjá BankNordik. 

 

Eitt nú varð ført fram, at umsitingarkostnaðirnir hjá BankNordik eru lutfalsliga høgir. Hetta er ikki rætt. Vit bjóða tvørturímóti eina sera kappingarføra pensjónsloysn við NordikPensjón, sum er ein heildarloysn við pensjónssamansparing og lívstryggingum. Tølini, ið vórðu nevnd í Degi og viku, snúðu seg bert um lívstryggingarkostnaðir, meðan pensjónstreytirnar als ikki vórðu nevndar. Hetta gav tí samanumtikið eina skeiva mynd av okkara veitingum á pensjónsøkinum.

 

Vit bjóða øllum viðskiftafólkum sera kappingarførar treytir, og harumframt fáa tey, ið hava tryggingar, lán og onnur fíggjarviðurskifti í BankNordik, eyka ágóðar, tí tey hvørki rinda umsitingarkostnað ella handilskostnað. Hetta er eisini galdandi fyri felagsavtalur, ið verða gjørdar við arbeiðspláss og fakfeløg.

 

Vit eru av teirri áskoðan, at tað tænir áhugamálinum hjá tí einstaka føroyinginum best, um øll – uttan mun til fakfelagstilknýti og starvsstað – frítt kunnu velja pensjónsveitara. Kappingin á pensjónsmarknaðinum stuðlar undir virðisøkingina av pensjónssamansparingini, og hetta er ein fyrimunur fyri vanliga pensjónssamanspararan.

 

Tað er avkastið, sum telur

Tey, ið velja at tekna eina pensjónssamansparing hjá okkum, fáa eina loysn, ið verður sett saman eftir tørvinum og ynskjunum hjá tí einstaka. Sum pensjónsveitari er tað okkara fremsta uppgáva at tryggja viðskiftafólkunum eitt so stórt avkast av pensjónini sum gjørligt, t.v.s. at fáa pensjónina at vaksa so nógv sum til ber, soleiðis at mest møguligt er at liva pensjónstilveruna fyri.

 

Royndir vísa, at avkastið samanumtikið er væl størri, tá ið pensjónin verður sett í virðisbrøv, enn um peningurin stendur á einari vanligari pensjónskontu. Sum dømi kann nevnast, at meðan 100 kr. á pensjónskontu eftir fimm árum eru vaksnar til 102 kr., eru 100 kr., sum vit seta í virðisbrøv og røkta fyri viðskiftafólkini gjøgnum NordikPensjón vaksnar til millum 132 og 188 kr., alt eftir váðafýsninum hjá tí einstaka viðskiftafólkinum.

 

Tí røkta vit pensjónirnar hjá viðskiftafólkunum við at seta peningin í virðisbrøv og støðugt at hava eftirlit við og røkta íløgurnar. Á tann hátt fær pensjónssamansparingin altíð bestu møguleikarnar fyri at geva eitt so stórt avkast, sum til ber.   

 

Fá meira at vita

Vit eru altíð til reiðar at hjálpa og greiða frá, hvussu ein kann tryggja sær, at mest møguligt fæst burturúr pensjónini. Tað kostar einki at spyrja seg fyri, og vit greiða fegin frá ymisku møguleikunum.

 

Vilt tú fáa meira at vita, ert tú vælkomin at ringja til okkara á 330 330. Umboðar tú arbeiðspláss ella fakfeløg, kanst tú ringja á 330 730. Les meira um NordikPensjón.


‹ Aftur