Fíggjareftirlitið á regluligari eftirlitsvitjan í BankNordik
08-12-2017

BankNordik hevur fingið viðfestu frágreiðing frá Fíggjareftirlitinum í sambandi við regluliga eftirlitið av føroyska, danska og grønlendska virksemi samtaksins, sum varð framt í august og september í ár. 
 

Í roknskapinum hjá BankNordik fyri 3. ársfjórðing 2017 er longu lagt upp fyri teimum viðurskiftum, sum verða nevnd í frágreiðingini, og sum hava ávirkan á úrslit og kapitalviðurskifti samtaksins. Í hesum sambandi verður dentur lagdur á at:

 

  • Fíggjareftirlitið ikki metti at nýggjar niðurskrivingar vóru neyðugar. Tó varð BankNordik biðin um at niðurskriva høvuðssæti bankans í Tórshavn við 16,7 mió. kr., sum nú er bókað til 62 mió. kr. Niðurskrivingin varð íroknað úrslitið fyri 3. ársfjóðring.

 

  • Hækkingin av individuella solvenstørvinum við 0,1 prosentstigum til 9 % er somuleiðis íroknað roknskapin fyri 3. ársfjórðing.

 

  • Onnur viðurskifti verða tikin til eftirtektar og tillagað í næstum.

 

BankNordik er av Fíggjareftirlitnum tilnevndur SIFI-peningastovnur, og sum nevnt í frágreiðingini, verða fleiri kapitalkrøv stigvíst sett í verk komandi árini. Harumframt verða NEP-krøv bankans væntandi ásett og kunngjørd í komandi árið. BankNordik fer í tí sambandi, sum eisini áður fráboðað, at endurskoða kapitalmálini fyri samtakið.

 

- Yvirskipað eru vit samd í teimum eygleiðingum, sum Fíggjareftirlitið leggur dent á. Orsakað av skynsomu útlánssamanseting bankans hava vit framhaldandi ein lágan solvenstørv, og vit eru fegin um góðu kredittgóðskuna á øllum trimum marknaðum, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

 

Les frágreiðingina hjá Fíggjareftirlitinum.


‹ Aftur