Nú kanst tú rinda 350 kr. við nándkorti
27-01-2018

Frá 1. februar ber til at gjalda fyri upp til 350 kr., tá ið tú skalt brúka nándfunkuna á Dankortinum ella Visa/Dankortinum og sleppa undan at brúka pin-kotu. Nándfunkan er tað, sum ger, at tú kanst rinda við gjaldskortinum uttan at seta tað í kortterminalin í handlinum, og higartil hevur í mesta lagið borið til at keypt fyri 200 kr. 

 

Nándfunkan hevur tann fyrimun, at tað er væl skjótari og lættari hjá tær at rinda í handlunum. Í fyrstu atløgu hækkar upphæddin ikki fyri gjaldskort av slagnum MasterCard, og tí verður tað framvegis bert møguligt at rinda fyri í mesta lagi 200 kr. við MasterCard. Tó verður upphæddin fyri hesi kort tó væntandi eisini hækkað í apríl. 

 

Kortterminalar mugu dagførast

Allir handlar mugu dagføra kortterminalarnar, til tess at nýggja hámarkið á 350 kr. skal fáa virknað. Verða terminalarnir ikki dagførdir, er hámarkið framvegis 200 kr.

 

Soleiðis brúkar tú nándkort

Tú skalt bert halda kortið at terminalinum í handlinum, og tað er ikki neyðugt at brúka pinkotu, um keypsupphæddin er undir 350 kr. (Dankort og Visa/Dankort) ella 200 kr. (MasterCard). Av trygdarávum verður tú tó við jøvnum millumbilum biðin um at seta kortið í terminalin og brúka pinkotuna. 

 


‹ Aftur