Broyting í transaktiónsgjaldi fyri virðisbrævahandlar
29-09-2017

Frá 1. desembur verður broyting í  transaktiónsgjaldinum fyri keyp og sølu av virðisbrøvum – tað er gjaldið, ið fer til VP í sambandi við handil við virðisbrøvum. Higartil hevur tað verið goldið hálvárliga, sum partur av einum samlaðum goymslukostnaði. Frá 1. desembur í 2017 verður tað kravt inn pr. handil (bæði keyp og sølu) og sæst á hvørjum handilsseðli. Sjálvt gjaldið er tó óbroytt (18 kr. pr. handil). Broytingin verður framd vegna broytingar í lóggávuni, og einum ynski um, at kostnaðir í sambandi við virðisbrævahandil gerast meira greiðir.