Ráðgeving til vinnulívið

Vit veita holla ráðgeving við støði í tínum virki og tínari vinnugrein. Saman finna vit bestu loysnina, so tín fyritøka hevur bestu fortreytirnar.

Føroya sterkasta vinnutoymi

Okkara vinnutoymi hevur drúgvar royndir í føroyskum vinnulívi, og er altíð til reiðar at veita ráðgeving og vegleiðing til tín, sum er vinnurekandi.

Tíðindi

BankNordik letur føroyskum lesandi legat til nýggja útbúgving

Í august byrjar ein nýggjur studentaflokkur fyri ung Norðuratlantshavi. Í hesum sambandi veitir BankNordik einum føroyskum lesandi í norðuratlantsflokkinum eitt legat á til samans 150.000 kr.

Broyting í eftirlønarlóg rakar ung

1. januar 2019 kom nýggj lóg um eftirlønarsamansparing í gildi, ið eisini fevnir um ung millum 14 og 21 ár. Hetta merkir, at tað nú er vorðið lógarkrav, at øll, ið fáa løn, skulu hava eina pensjónskontu.

Økt trygd í Netbankanum sum app

Nýggj útgáva av Netbankanum til telefonina verður tøk 6. november. Nýggja útgávan er uppaftur tryggari og gevur betri yvirlit.

BankNordik framgongd á øllum marknaðum

Í roknskapinum hjá BankNordik fyri ársins fyrstu níggju mánaðir sæst, at framgongd er á øllum marknaðum. Úrslitið fyri skatt er 286 mió. kr., og tað er ein munandi vøkstur samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv