Gjaldsmøguleikar

BankNordik bjóðar tínum virki nógvar ymiskar tænastur, sum kunnu brúkast til at fáa eitt greitt yvirlit, stýra gjaldførinum, rinda kreditorum og krevja inn frá debitorum.

Bankaflytingar

Við eini bankaflyting kann títt virki flyta pening av kontu í BankNordik á eina kontu í øllum føroyskum, donskum og grønlendskum peningastovnum. Tú kanst eisini taka ímóti peningi frá kundum í hesum londum, uttan mun til hvønn peningastovn kundin brúkar.

Tá ið tú skalt flyta pening til onnur lond enn tey, ið eru nevnd her, kanst tú nýta flytingar til útheimin.

Gjaldskipanin

Títt virki kann nýta Gjaldskipanina bæði sum kreditor og debitor, til sjálvvirkandi rindan av gjøldum og rokningum, og at senda kundum rokningar. Gjaldskipanin tryggjar, at fyritøkan rindar og móttekur pening rættstundis og ómakaleyst. 

Elektron umsitur Gjaldskipanina. Les meira um skipanina her.

Rokningadepilin

Rokningadepilin er ein skipan, har títt virki ókeypis kann senda og móttaka rokningar talgilt. Við Rokningadeplinum sleppa tit undan at útskriva, pakka og avgreiða rokningar. Tit spara bæði tíð og pening.

Rokningadepilin er ein skipan hjá Elektron. Les meira um skipanina her. 

Netbankin til títt virki

Við Netbankanum sleppur tú altíð inn at avgreiða tíni bankaviðurskifti

Lønarflytingar

Við Lønarportalinum kanst tú skjótt og ómakaleyst avgreiða lønar- og pensjónsflytingar, uttan mun til upplatingartíðir bankans.

Mastercard Business til vinnurekandi

Kortið er væl egnað sum útreiðslukort, og kann eisini útflýggjast starvsfólkum í fyritøkuni. 

Altjóða gjaldingar

Vit ráðgeva um gjaldsmøguleikar og hjálpa við at tryggja, at altjóða gjaldingar verða framdar rættstundis.

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv