Flytingar til útheimin

Tað er skjótt og lætt at gera eina flyting til útheimin í BankNordik. Eru gjaldsupplýsingarnar rættar, kanst tú vera vís/ur í, at gjaldingin kemur fram.

Tú kanst gera eina flyting til útheimin í Netbankanum ella við at venda tær til bankan. Um vit fáa tína umbøn um flyting innan kl. 13.00, verður flytingin avgreidd sama dag.

Les meira um flytingar til útheimin

Hvørjar upplýsingar skulu nýtast til flytingar til útheimin?

Tað er týdningarmikið at nýta rættar upplýsingar, tá tú gert eina flyting til útheimin. Niðanfyri eru tær týdningarmestu nevndar.

  • IBAN: IBAN stendur fyri International Bank Account Number (altjóða bankakontunummar). Tað er eitt nummar, ið er knýtt at øllum kontum í ES-londum umframt í fleiri londum uttanfyri ES. IBAN er ein kota, ið altíð byrjar við eini landakotu, banka og seinast sjálvum kontunummarinum. IBAN hevur ymiska longd, alt eftir hvat land gjaldingin skal sendast til. Hvør konta hevur sítt egna serstaka IBANnr., sum stendur nevnt á tínum kontuavriti og í Netbankanum.
  • BIC (Swift-kota): BIC stendur fyri Bank Identifier Code. BIC hevur 8 ella 11 tekin. Tey fyrstu 6 teknini eru altíð bókstavir, og restin eru bókstavir og/ella tøl, t.d. FIFBFOTX (BankNordik, Tórshavn).
  • Móttakaraupplýsingar: Tað er sera týdningarmikið, at navnið á gjaldsmóttakaranum (kontunavnið) er púra rætt, av tí at gjaldið annars í flestu førum ikki kann fremjast í útheiminum. Hetta seinkar gjaldinum, og harafturat verða avgreiðslukostnaðir lagdir omaná.
Nær fær móttakarin peningin?

Tú kanst velja ímillum ymisk sløg av gjaldingum, tá tú skalt gera eina flyting til útheimin. Slagið av gjalding er avgerandi fyri, nær peningurin er tøkur í samskiftisbankanum.

  • Vanlig gjalding (SWIFT 02): Gjaldið er tøkt í samskiftisbankanum hjá BankNordik 2 bankadagar seinni.
  • Ekspress gjalding (SWIFT 01): Gjaldið er tøkt hjá samskiftisbankanum hjá BankNordik 1 bankadag seinni.
  • Ekspress gjalding (SWIFT 00): Gjaldið er tøkt í samskiftisbankanum hjá BankNordik sama dag.

Peningastovnurin hjá móttakara letur vanliga fluttu upphæddina til móttakara ein bankadag eftir, at upphæddin er tøk hjá peningastovninum hjá móttakara. Peningastovnurin hjá móttakara er ikki altíð sami peningastovnur sum samskiftisbankin hjá BankNordik, og tí kann tað taka longri tíð, áðrenn peningurin er frammi hjá móttakara.

Vit mæla tær til at seta teg í samband við tín ráðgeva viðvíkjandi gjaldingum og øðrum flytingum til útheimin. Bankin hevur tó ikki ábyrgdina, um gjaldingar ella aðrar flytingar ikki verða framdar, orsakað av íverksetan av útlendskum og/ella altjóða revsitiltøkum.

Hvør rindar kostnaðin?

Gjaldið av kostnaðinum av gjaldingum til og úr útheiminum skal avtalast ímillum sendara og móttakara, og kann býtast á 3 ymiskar hættir:

  • SHA-gjald: Kostnaðurin í peningastovninum hjá sendara verður goldin av sendara, og kostnaðurin í peningastovninum hjá móttakara verður goldin av móttakara.
  • BEN-gjald: Kostnaðurin í peningastovninum hjá sendara og í peningastovninum hjá móttakara verður goldin av móttakara.
  • OUR-gjald: Allur kostnaðurin verður goldin av sendara.

Avrokningardagurin er tann dagurin, tá upphæddin verður tikin av kontuni. Við veksling verður marknaðarkursurin umframt eitt ískoyti nýtt.

Mand, der sidder med en laptop

Netbankin til títt virki

Við Netbankanum kanst tú lættliga avgreiða bankaviðurskiftini, tá tað hóskar tær.

Føroyskir pengar kontant

Pengar úr útheimi

Fá gjaldið beinleiðis á tína bankakontu.

Tryggja tín útflutning

Víðka títt virksemi til marknaðir uttanlands, uttan at seta teg í óneyðugan váða

Gjaldoyra

Okkara toymi av royndum ráðgevum kann ráðgeva tínum virki um gjaldoyra og váðameting.

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv