Útflutningsrembursur

Við at nýta remburs sum gjaldshátt hevur eitt virki, ið selur eina vøru ella tænastu til ein keypara uttanlands, vissu fyri at fáa gjaldið frá bankanum hjá keypara, tá treytirnar í rembursinum eru loknar.

Soleiðis virkar ein útflutningsrembursur
Tá títt virki avtalar við keypara, at gjaldast skal við rembursi, er tað keypari, sum fær stillað remburs tínum virki til góðar. Rembursurin verður sendur til BankNordik (swift: BANODKKK). Vit senda boð til títt virki, tá vit fáa rembursin.

Eftir at tú hevur sent vøruna til keypara, skalt tú lata skjøl inn til BankNordik samsvarandi við treytirnar í rembursinum. Vit senda síðani skjølini til bankan hjá keyparanum, ið hevur stillað rembursin, sum rindar sambært avtaluni.

Fyrimunir við útflutningsrembursi

Sum útflytari fært tú fleiri fyrimunir við útflutningsrembursi:

  • Trygd fyri gjaldi
  • Rættstundis gjald
  • Bíleggingin kann ikki broytast ella strikast uttan samtykki frá útflytara
  • Rembursurin kann nýtast sum trygd mótvegis triðjamanni

Soleiðis virkar ein útflutningsrembursur

Tá ið títt virki avtalar við keypara, at gjaldast skal við rembursi, er tað keypari, sum fær stillað remburs tínum virki til góðar. Rembursurin verður sendur til BankNordik (swift: BANODKKK). Vit senda boð til títt virki, tá vit fáa rembursin.

Eftir at tú hevur sent vøruna til keypara, skalt tú lata skjøl inn til BankNordik samsvarandi við treytirnar í rembursinum. Vit senda síðani skjølini til bankan hjá keypara, ið hevur stillað rembursin, sum rindar sambært avtaluni.

Váðar við at nýta útflutningsremburs

Tá ið títt virki ger eina avtalu um útflutningsremburs, verður váðin fluttur frá keypara til bankan hjá keypara. Tí er tað neyðugt at meta um, um bankin hjá keypara er førur fyri at gjalda, tá skjølini verða løgd fram. Um tú ynskir tað, kann BankNordik í nógvum førum bjóða at veita trygd fyri gjaldinum, við at vátta tín útflutningsremburs. Tað merkir, at vit veita trygd fyri gjaldinum, tá krøvini í rembursinum eru lokin. Á henda hátt ert tú vísur í at fáa títt gjald – eisini sjálvt um bankin hjá keypara ikki er førur fyri at gjalda.

Veit trygd við einum útflutningsrembursi

Títt virki kann nýta ein útflutningsremburs sum trygd mótvegis einum triðjaparti. Tað kanst tú gera við at bjóða ein transport ella eitt útgjald av úrtøkuni. Um rembursurin kann flytast, kanst tú eisini heilt ella partvíst geva rembursin víðari til ein undirveitara

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv