Samansparing

Hevur títt virki yvirskotsgjaldføri, ber til at seta pening inn á eina samansparingarkontu, fyri at fáa eina hægri rentu enn á vanligari rakstrarkontu.

Ein samansparingarkonta hevur eina bindingartíð á tríggjar mánaðir. Tað vil siga, at tú kanst taka pening út av kontuni uttan kostnað, um tú boðar frá hesum tríggjar mánaðir frammanundan. Um tú ynskir at taka peningin út innan tríggjar mánaðir, kann hetta gerast við at rinda revsirentu.

OgnarRøkt til títt virki

Vilt tú økja møguleikan fyri størri avkasti av samansparingini, er OgnarRøkt ein góður møguleiki. Tú fært fyrimunirnar av at seta samansparingina í virðisbrøv, uttan at tær nýtist at fylgja við á virðisbrævamarknaðinum.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv