Mastercard til vinnurekandi

Mastercard Business er eitt altjóða gjaldskort, sum er ætlað fyritøkum og vinnurekandi. Kortið er sera væl egnað sum útreiðslukort og kann útflýggjast teimum starvsfólkum, í fyritøkuni, ið hava tørv á kortinum. Tryggingar eru eisini knýttar at kortinum.

Vit bjóða Mastercard Business sum Standard, Gull og Platin. Les meira um ymisku sløgini herLes meira um Mastercard á heimasíðuni hjá LP Mastercard.


Fyrimunir við Mastercard Business

Sera væl egnað sum útreiðslukort hjá starvsfólkum.

  • Kann brúkast í Føroyum og uttanlands.
  • Møguleiki at velja millum Standard, Gull og Platinum kort.
  • Ferðatrygging íroknað
  • Hevur innbygda nándfunku, ið ger tað møguligt at rinda uttan at seta kortið í kortterminalin.

Møguleiki fyri at fáa gjald flutt aftur

Sum korthaldari hevur tú í summum førum møguleika fyri at fáa eitt gjald flutt aftur, sum er goldið við Mastercard Business, um keypið er framt á internetinum ella við post- og telefonordra. Tak niður oyðublað til endamálið.

Gjaldsmøguleikar

Fá meira at vita um ymisku gjaldshættirnar, sum vit bjóða.

Priority Pass

Fá atgongd til bíðistovur (lounge) á flogvøllum.

Góð ráð um kort

Tryggja tær, at kortið ikki verður misnýtt.

Sperra kort

Um kortið verður stolið, ella tú missir tað burtur.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv