Visa/Dankort

Visa/Dankort kann nýtast sum útreiðslukort hjá starvsfólki í tínari fyritøku. Visa/Dankort kann nýtast í Føroyum, Danmark og Grønlandi.

Harafturat er Visa/Dankortið eitt úttøku- og gjaldskort, sum kann nýtast í fleiri enn 24 mió. gjaldstøðum kring heimin. Kortið er ómakaleyst at brúka m.a. í handlum, sjálvtøkum, matstovum og á netinum. Upp í 2.000 kr. kunnu takast út um samdøgrið. Samlaða nýtslan kann vera upp í 25.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar uttanlands og óavmarkað í danska ríkinum.

Gott yvirlit

Tá ið tú brúkar Visa/Dankortið, fara pengarnir aloftast av kortinum alt fyri eitt, og tí hevur tú altíð eitt dagført yvirlit yvir salduna á kontuni.

Fyrimunir við Visa/Dankorti

Hent at brúka sum útreiðslukort hjá starvsfólkum.

  • Kann brúkast í Føroyum og uttanlands.
  • Hevur innbygda nándfunku, ið ger tað møguligt at rinda uttan at seta kortið í kortterminalin.
  • Óavmarkað keyp í Føroyum, Danmark og Grønlandi.

Møguleiki fyri at fáa gjald flutt aftur

Sum korthaldari hevur tú í summum førum møguleika fyri at fáa eitt gjald flutt aftur, sum er goldið við Dankorti ella Visa/Dankorti, um keypið er framt á internetinum ella við post- og telefonordra. Tak niður oyðublað til endamálið.

Gjaldshættir

Fá meira at vita um ymisku gjaldshættirnar, sum vit bjóða.

Mastercard Business

Eitt altjóða gjaldskort, sum kann nýtast um allan heim.

Góð ráð um kort

Tryggja tær, at kortið ikki verður misnýtt.

Sperra kort

Um kortið verður stolið, ella tú missir tað burtur.

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv