Netbankin til vinnu

Við Netbankanum frá BankNordik fært tú sum vinnukundi góðan møguleika fyri sjálvgreiðslu, og tú kanst lættliga avgreiða bankaviðurskiftini hjá tíni fyritøku, tá tað hóskar tær.


Yvirlit yvir kontur

Í Netbankanum sært tú seinastu flytingarnar á kontunum, og tú kanst bólka konturnar fyri at fáa betri yvirlit.


Goym bókingar sum fílu

Úr bókingaryvirlitinum ber til at trýsta á leinkjuna “Flyt út”. Vístu bókingarnar verða sendar til eina CSV- ella DAT-fílu. CSV-fílan kann latast upp í einum rokniarki, har tað ber til at arbeiða víðari við bókingunum. DAT-fílan kann sendast til eina bókhaldsskipan.


Flytingar og gjaldingar

Tú kanst gera flytingar til egnar kontur og til onnur, og gjaldingar, bæði til føroyskar móttakarar og útlendskar, og fáa yvirlit yvir framtíðar gjaldingar.


Ger fleiri gjaldingar samstundis

Um tú skalt gera fleiri gjaldingar samstundis, kanst tú nýta útbakkan til at gera flytingarnar. Í staðin fyri at trýsta á “OK” og skriva kotuna fyri hvørja einstaka gjalding, skalt tú bert trýsta á knøttin “Útbakki”. Tá ið tær allar eru skrásettar, trýstir tú á “Útbakki” og fremur allar gjaldingar samstundis. Tá gjaldingarnar eru sendar, verður ein kvittan gjørd, har tað sæst, um einstøku gjaldingarnar eru framdar.


Send gjaldingar inn í Netbankan

Frá tíni bókhaldsskipan kanst tú senda gjaldingar beinleiðis inn í Netbankan, og síðani góðkenna tær í útbakkanum.


Send FI-gjaldingar til bókhaldsskipan

Tá gjaldingar frá tínum kundum koma inn á tína kontu, kanst tú senda tær beinleiðis inn í tína bókhaldsskipan og javna postarnar sjálvvirkandi.

Spar tíð og pengar við Netbankanum

Við at nýta nógvu møguleikarnar í Netbankanum til vinnu, kann títt virki spara bæði tíð og ómaksgjøld. Tú kanst lættliga bíleggja Netbanka til títt virki her á síðuni.

Virðisbrøv og íløgur

Við Netbankanum er møguligt at keypa og selja virðisbrøv, tá tær lystir, fyri ein væl lægri kostnað. Eisini kanst tú í friði og náðum fylgja tínum íløgum og samanbera tær við onnur virðisbrøv, soleiðis at tú altíð hevur fult yvirlit yvir íløgurnar hjá tíni fyritøku.

Tryggari Netbanki við NemID til starvsfólk

Sum vinnukundi kanst tú fáa NemID til øll starvsfólk, ið hava atgongd til Netbankan. Fyrimunirnir fyri virkið eru:

  • Netbankin verður tryggari
  • Tit sleppa undan at nýta Java
  • Tað er ikki neyðugt at nýta Netbankan á eini ávísari teldu
  • NemID kann eisini nýtast til at rita inn í Lønarportalin
  • Netbankin og Lønarportalurin eru annars óbroyttir

Prokura

Tað er møguligt at knýta prokura at Netbankanum hjá tínum virki, soleiðis at ymiskir Netbankabrúkarar kunnu hava ymisk rættindi. Tað økir um trygdina fyri títt virki, um tveir brúkarar skulu fremja eina gjalding. Og skuldi tað hent, at virkið verður álopið av teldusníkum, er trygdin eisini økt munandi.

Lønarportalurin

Visa/Dankort

Mastercard Business

Gjaldingar til útheimin

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv