Skal virksemið víðkast? 

Ynskir tú at økja virksemið, er tað ein fyritreyt, at tú í fyrstu atløgu kunnar teg um, hvar bestu møguleikarnir fyri vøkstri eru. Kunnu fleiri møguleikar troytast á heimamarknaðinum, ella er tað neyðugt at hyggja út um landoddarnar? Skal vøran ella tænastan mennast, ella er møguliga tørvur á at leggja eina nýggja tænastu afturat tí, sum tú longu hevur á marknaðinum?

Vakstrarstrategi

Stórir møguleikar kunnu vera í einum ávísum vakstrarmøguleika, men hesin kann vísa seg at vera sera kostnaðarmikil og tíðarkrevjandi at føra út í lívið. Kanska eru vakstrarmøguleikarnir ikki nóg góðir til tann stóra váðan og ta íløguna, ið skal til. Tað kann tí vera ein fyrimunur at leggja dent á teir møguleikarnar, ið krevja minst fíggjarliga, og sum ikki eru so truplir at fara í holt við. Júst hvør rætta loysnin er, fer tó altíð at vera ymisk - tað veldst um fyritøkuna og vinnugreinina.

Útflutningur

Skalt tú útflyta eina vøru ella tænastu, er tað neyðugt at seta teg inn í tey atlit, ið skulu takast á altjóða marknaðinum. Lær nýggja marknaðin at kenna, skil mentanina og skapa góð sambond á marknaðinum.

Fíggjar- og vakstrarætlan

Tá tú hevur tikið støðu til, hvar tað er best at leggja orkuna fyri at fáa ynskta vøksturin, er tað umráðandi at hava at eina neyva fíggjarætlan og vakstrarætlan fyri, hvussu tú kanst føra hetta út í lívið. Tað er ein stór hjálp at leggja eina stuttskygdari og eina langskygda ætlan fyri vøkstur.

  • Í stuttskygdu ætlanini kanst tú lýsa nøkur framstig og mál, ið tú ynskir at røkka t.d. næstu 6 mánaðirnar.
  • Í langskygdu vakstrarætlanin eigur innihaldið at vera ein meira yvirskipað ætlan fyri framtíðar virksemið. 

Fyrisitingarligar uppgávur

Fyri eina lítla fyritøku kunnu tey smáu tingini fylla nógv. Sum leiðari hevur tú helst nógvar fyrisitingarligar uppgávur og mást taka tær av fleiri av teimum fyrisitingarligu tingunum, ið skulu til fyri at reka virkið. Tá kann tað vera trupult at hava fokus á at skapa vøkstur. Gott er, um onnur kunnu taka sær av teimum fyrisitingarligu uppgávunum – um ikki annað so í eitt tíðarskeið, so tú kanst arbeiða meira miðvíst við at skapa vøkstur í fyritøkuni.

Góð ráð til vøksturin 

  • Tryggja tær, at fíggjarligu karmarnir hjá fyritøkuni eru í lagi. Eitt nú er neyðuga gjaldførið avgerandi fyri, at tað ber til at røkka ætlaða vøkstrinum.
  • Brúka títt netverk. Tosa við onnur, ið hava verið í somu støðu sum tú.
  • Hav eina neyva ætlan fyri, hvussu farast skal fram – bæði í mun til framleiðslu, sølu, marknaðarføring og fígging.
  • Tryggja tær neyðuga tíð til at fokusera á tað, ið skal til fyri at skapa vøkstur.
  • Fá hjálp til uppgávur, ið fylla, men sum ikki eru neyðugar fyri tað arbeiðið, ið skal gerast í sambandi við vøksturin.
  • Tryggja tær, at tú hevur røttu starvsfólkini, ið hava dirvið og rætta andan til at røkka málunum.
  • Eftirmet so hvørt, og hav fingurin á pulsinum, soleiðis at tú hevur møguleika at gera tillagingar.

Rætta fíggingin

Rætta fíggingin, tá fyritøkan skal vaksa, kann setast saman av fleiri pørtum. Vit kunnu sjálvandi hjálpa við ráðgeving hesum viðvíkjandi og veita rakstrarfígging og íløgufígging.

Av og á kann tað tó gerast neyðugt at seta siðbundnu fíggingarmøguleikarnar frá bankanum saman við øðrum loysnum. Talan kann t.d. vera um fíggingarloysnir, har ymiskir grunnar og íløgufeløg eisini eru partur av vakstrarverkætlanini. Tosa við okkum, sum vit kunnu seta røttu loysnina saman til tín tørv.

Les eisini

Mand med laptop, der taler i mobil

Handil við útheimin

Um tú innflytur ella útflytur vørur, er neyðugt at geva tær far um ymiskar váðar, ið kunnu taka seg upp í sambandi við altjóða handli.

Gjaldsmøguleikar

Vit bjóða tær nógvar ymiskar tænastur, ið m.a. hjálpa tær at fáa yvirlit og stýra gjaldførinum.

Altjóða gjaldingar

Okkara toymi av dugnaligum ráðgevum kann ráðgeva tínum virki um gjaldoyra og váðameting.

Føroyskir pengar kontant

Rakstrarfígging

Til gerandisliga virkisraksturin - m.a. inn- og útgjøld til keyp av vørum, lønargjaldingar, framleiðslu, húsaleigu og aðrar útreiðslur.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv