Alment tiltak

Bústaðarkeyp í Danmark

Tað kann tykast fløkjasligt at fara í holt við at keypa bústað í Danmark, tá ið tú býrt í Føroyum. Í BankNordik hava vit vitanina og kunnu ráðgeva tær um tey viðurskifti, ið gera seg galdandi í sambandi við bústaðarkeyp í Danmark.

Annaðhvørt tú umhugsar at keypa børnunum eina lestraríbúð, ella tú ynskir tær eini summarhús við donsku strondina, ber til at fáa alt at vita um eitt nú skattalig viðurskifti og lógarviðurskifti á tiltaki í høvuðssæti okkara týsdagin 9. apríl kl. 16.30.

Tey sum luttaka á tiltakinum eru:

  • Sóleyð Hansen, Private Banking-ráðgevi í BankNordik
  • Christian Bækmark, revisor, cand.merc.aud og stjóri í Private Revision í Århus
  • Martin Bang Christensen, Private Banking-ráðgevi í BankNordik
  • Jógvan Amonsson, revisor frá grannskoðaravirkinum Januar

Vit bjóða ábit, kaffi/te og okkurt søtt afturvið.

Freistin at tekna seg er mánadagin 8. apríl.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv