Virkja kort

Tá tú skalt virkja títt gjaldskort, skalt tú brúka 0 + fýra tey síðstu tølini í tínum kundanummari sum virkjanarkotu.

Soleiðis finnur tú kundanummarið:

  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Vel "Skjalagoymsla".
  • Lat eitt kontuavrit upp. Har finnur tú kundanummarið ovaliga í vinstru síðu (sí dømi niðanfyri).

Tú virkjar kortið umvegis telefonina:

  1. Ring til Nets á telefon 0045 44897350
  2. Trýst kortnummarið, enda við #. Kortnummarið er tey 16 tølini, sum standa á forsíðuni á kortinum.
  3. Trýst kotuna fyri at gera kortið virkið, enda við #. Kotan er 0 + 4 tey síðstu tølini í tínum kundanummari, sum sæst í høgra teigi í Netbankanum og á kontuavritinum.

Eftir hetta fært tú boðini: ”Kortet er nu aktiveret”. Um tú ikki gert kortið virkið beinanvegin, verður tað sperrað. Minst til beinanvegin at undirskriva kortið á baksíðuni.

Nándgjald

Fyrstu ferð tú setur kortið í gjaldsterminalin og trýstir tína PIN-kotu, verður nándfunkan á kortinum virkin. Eftir hetta kann kortið brúkast til at rinda upp til 350 kr. uttan at seta kortið í terminalin.

PIN-kota

Um tú hevur eina felags PIN-kotu til tíni kort, skalt tú brúka hana til hetta kortið. Annars fært tú eina nýggja PIN-kotu við postinum.

 

Góð ráð um kort

Les um, hvussu tú ansar eftir og brúkar kortið best.

Netbankin

Les um tínar møguleikar við Netbankanum.

Netbankin sum app

Les meira um, hvussu tú brúkar Netbankan á telefonini.

Ansa eftir kortinum

Fá góð ráð til at ansa eftir gjaldskortinum.