Netbankin

Hvussu angri/avvísi eg eina flyting?

Tað ber til at angra ella avvísa eina flyting, sum tú longu hevur umbiðið í Netbankanum. Far inn á Komandi gjaldingar, trýst á funkuna aftanfyri og vel avvís gjalding.

Kann eg nýta Netbankan á teldli?

Ja, Netbankin kann nýtast á teldli. Hann virkar bæði til iPad og Android teldlar. 

Hvat kann eg brúka Netbankan til?

Í Netbankanum kanst tú gjalda rokningar, gera flytingar, kanna saldu, finna skjøl - sum bankin hevur sent tær elektroniskt -, stovna og broyta gjaldsavtalur, handla við virðisbrøvum, síggja títt bústaðarlán, sperra gjaldskortið, síggja tína pin-kotu o.m.a.

Hvussu fái eg hjálp til Netbankan?

Tú finnur vegleiðing til Netbankan her.

Um tær tørvar meira hjálp, kanst tú ringja til Kundatænastuna á telefon 330 330.

Hvussu riti eg inn í Netbankan?

Far inn á netbankin.fo ella www.banknordik.fo og trýst á Rita inn ovast høgrumegin (ikon av einum lási).

  • Um tú hevur fleiri netbankabrúkarar á telduni, vel tá fyrst brúkaranavn.
  • Tøppa inn loyniorð.
Hvussu komi eg inn á Netbankan fyrstu ferð?
Far inn á netbankin.fo ella banknordik.fo og trýst á Netbankin ovast høgrumegin.

- Vel síðani Skráseta í netbanka.
Sí vegleiðing her.
Hvussu fái eg Netbankan?

Tú hevur hesar møguleikar:

  1. Bílegg Netbankan á heimasíðu okkara.
  2. Set teg í samband við okkum.
Ber til at síggja boð og skjøl, ið bankin sendur elektroniskt, um eg ikki havi Netbanka?

Um tú ert kundi hjá okkum, men ikki hevur Netbanka, ber til at stovna KontoKaga. Við KontoKaga kanst tú kanna saldu, lesa brøv og skjøl - sum bankin hevur sent tær elektroniskt -, stovna og broyta gjaldsavtalur o.m.a. Tað ber tó ikki til at gera flytingar við KontoKaga.

KontoKagin er ókeypis at brúka, vinaliga set teg í samband við okkum um stovnan av KontoKaga


Skal eg leggja nakað inn á telduna fyri at brúka Netbankan?

Fyri at tú kanst gera flytingar og broytingar í tínum Netbanka, skalt tú hava eina lyklafílu á telduni.
Eisini skal Java vera á telduni. Les meira her.

Kann eg gera flytingar, ið verða móttakaranum í hendi sama dag?
  • Flytingar millum egnar kontur í BankNordik, sum verða góðkendar áðrenn kl. 18.30, verða bókaðar sama dag.
  • Flytingar til kontur hjá øðrum í BankNordik, sum verða góðkendar áðrenn kl. 18.30, eru tøkar á kontu hjá móttakaranum sama dag, um talan er um gerandisdagar.
  • Vanligar flytingar til kontur í øðrum peningastovnum, sum verða góðkendar áðrenn kl.18.30, koma á kontu hjá móttakaranum næsta gerandisdag.
  • Flytingar sama dag, ið verða gjørdar til kontur í øðrum peningastovnum gerandisdagar, og sum verða góðkendar sama dag áðrenn kl. 11.30, koma á kontu hjá móttakaranum sama dag*.
  • Inngjaldskort, sum verða góðkend áðrenn kl. 18.30, eru peningastovninum hjá móttakaranum í hendi næsta gerandisdag.

Uttanlandsflytingar

  • Flytingar til kontur í øðrum londum, ið verða góðkendar áðrenn kl.13.00, eru tøkar í útlendska peningastovninum eftir einum ella tveimum gerandisdøgum

*Flytingar sama dag eru ókeypis fyri kundar í Nordik fyrimunaskipanini. Ert tú ikki við í Nordik, kanst tú kortini nýta funkuna, um tú rindar eitt ómaksgjald. Prísir og gjøld eru at finna í prísbók bankans.

Hvat er Kontukagi?

KontuKagi er ein minni útgáva av vanliga Netbankanum. Tað ber ikki til at gera flytingar ella gjalda rokningar við KontuKaga, men tú kanst:

  • Síggja saldu og flytingar á tínum kontum
  • Síggja innihald, flytingar og kursvirði á virðisbrævagoymslum
  • Síggja brøv og boð frá bankanum
  • Samskifta skrivliga við bankan
  • Senda fílur og skjøl trygt til bankan (bronglað)
  • Stovna Boðtænastu-avtalur

KontuKagi riggar bæði á teldu, teldli og snildfon - tað krevur bert, at tú hevur netatgongd.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv