Alment íløgutiltak

Hósdagin 20. juni kl. 16.30 skipa BankNordik og "Leiðandi kvinnur í vinnu" fyri almennum íløgutiltaki í høvuðssæti okkara.

Tað kann tykjast torført at fara í holt við at gera íløgur á altjóða marknaðunum. Annaðhvørt tú umhugsar at keypa virðisbrøv sjálv ella gjøgnum ein peningastovn, hava vit í BankNordik vitanina og kunnu ráðgeva tær um viðurskifti, ið gera seg galdandi í sambandi við íløgur.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Á skránni

Guðrun Poulsen, umboð fyri "Leiðandi kvinnur í vinnu" bjóðar vælkomin.

Framløga við Jákup Petur á Heygum Bærentsen, Íløguleiðara í BankNordik.

  • Hví er tað áhugavert at gera íløgur?
  • Hvussu við váða?
  • Hvar fært tú kunning um íløgumøguleikar?
  • Hvussu bert tú teg at?

Høvið verður at seta spurningar.

 

Okkurt søtt verður til góman.

 

Freistin at tekna seg er mikudagin 19. juni.