Bilfígging
At keypa bil er ein lutfalsliga stór íløga. Umframt prísin á sjálvum bilinum, skalt tú eisini hava útreiðslur til trygging, veggjald, brennievni, viðlíkahald og tílíkt í huga. Tá vit ráðgeva tær um billán, hyggja vit saman at tínum fíggjarviðurskiftum og gera eina meting av, hvussu nógvan pening tú kanst læna, og hvussu tú skalt rinda lánið aftur.
Rentan á billáninum er skiftandi. Afturgjaldstíðin er í mesta lagi 7 ár fyri nýggjar bilar, og tá tú keypir brúktan bil, verður hon ásett eftir aldrinum á bilinum.
Bíligari bilfígging við Nordik360
Tá tú savnar tíni fíggjarviðurskifti hjá okkum og gerst Nordik360-kundi, fært tú lagaligari rentur og nógvar ókeypis tænastur. Les meira um møguleikarnar við Nordik360.
Brúktir bilar
Vit bjóða tær lagaliga fígging til keyp av brúktum bili, har rentan verður ásett eftir aldrinum á bilinum.
Ein brúktur bilur kann vera rætta loysnin, um tú ynskir ein bíligari bil. Ein brúktur bilur missir vanliga ikki virði eins skjótt og ein nýggjur bilur, og tryggingin er eisini bíligari. Harafturímóti er ilt at siga, hvussu nógvar útreiðslur kunnu væntast til viðlíkahald og umvælingar av einum brúktum bili.
Kostnaðurin á bilfígging er nógv annað enn bara rentan
3,25% kann t.d. væl vera bíligari enn 2,95%. Í BankNordik hava vit munandi lægri gjøld enn aðrir veitarar av bilfígging. Á henda hátt kunnu 3,25% saktans vera bíligari enn 2,95%. Tí loysir tað seg altíð at tosa við okkum, tá tú skalt keypa bil.
