Fá Netbankan sum app

Tú kanst stovna Netbankan sum app við at brúka telefonina ella við at brúka Netbankan á teldu. Niðanfyri sært tú, hvussu tú gert.

Um tú brúkar telefonina og hevur NemID

  • Tak niður appina á App Store (iPhone) ella á Google Play (Android).
  • Appin eitur "BankNordik Netbanki" og hevur eitt føroyskt flagg í høgra horni.
  • Lat appina upp og trýst á "Tillad”.
  • Trýst á “Melda til”.
  • Um tú hevur fleiri avtalur, vel so avtaluna, sum tú vilt melda til.
  • Trýst títt NemID-brúkaranavn (bruger-id) og loynital og trýst síðani á “Log på”.
  • Fyll út navn, fartelefonnummar og loynital, endurtak loynitalið og trýst “OK”.
  • Trýst títt NemID-loynital umaftur og trýst síðani á “Godkend”.
  • Tøppa inn ein lykil frá tínum NemID lyklakorti og trýst á “Godkend”.
  • Tú hevur nú teknað teg til Netbankan sum app.
  • Rita inn við brúkaranavninum og loynitalinum, sum tú hevur valt. 
  • Tú kanst goyma brúkaranavnið við at seta flugubein í “Minst til brúkara”. Á henda hátt nýtist tær bert at rita inn við loynitalinum frameftir.

Um tú brúkar Netbankan á teldu

  • Tak niður appina á App Store (iPhone) ella á Google Play (Android).
  • Appin eitur "BankNordik Netbanki" og hevur eitt føroyskt flagg í høgra horni.
  • Rita inn í Netbankan á telduni.
  • Vel Avtalur – Netbanki.
  • Trýst á “Melda til” við síðuna av Netbankanum sum app (Iphone ella Android).
  • Fyll út navn, fartelefonnummar og loynital, endurtak loynitalið og trýst “OK”.
  • Trýst títt NemID-loynital og lykilin úr lyklakortinum ella undirskriftarmerkið.
  • Tú hevur nú teknað teg til Netbankan sum app.
  • Rita inn við brúkaranavninum og loynitalinum, sum tú hevur valt.
  • Tú kanst goyma brúkaranavnið við at seta flugubein í “Minst til brúkara”. Á henda hátt nýtist tær bert at rita inn við loynitalinum frameftir.

Legg til merkis

Fyri at kunna brúka Netbankan sum app, mást tú hava lás á skerminum á snildfonini.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv