Tiltak

Lena og Katrina í BankNordik í Saltangará

Hóskvøldið 26.apríl kl. 21 verður eitt spennandi mentanarkvøld í BankNordik, Saltangará, har Katrina í Geil, designari fer at styla tvey av okkara starvsfólkum og tosa um, hvussu vit kunnu fáa sum mest burturúr tí, vit hava.

Harumframt kemur ein av okkara fremstu og virknastu tónleikarum, Lena Anderssen, at framføra sín tónleik.


Aftaná verður okkurt gott til góman.

 

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv