Tryggari at innrita í Netbankan

Nýggj trygdarkrøv frá ES hava við sær, at trygdin í Netbankanum verður økt tann 14. september. Í tí sambandi eru tvær broytingar, ið ávirka teg:

  • Tú skalt bæði brúka loyniorð og NemID-lykil, tá ið tú ritar inn í Netbankan. Brúkar tú "Gomul innritan", skalt tú bæði brúka loyniorð og einnýtiskotu, sum verður send til títt telefonnummar.
  • Ert tú privatkundi, verður tú sjálvvirkandi útritaður úr Netbankanum, um tú hevur verið óvirkin í 5 min. Ert tú vinnukundi, verður tú útritaður eftir 30 óvirknar minuttir.

NemID-lyklaappin ger tað lættari at brúka Netbankan

Um tú hevur NemID-lyklaappina á telefonini, er tað lættari at rita inn í Netbankan. Appin er eins trygg og vanliga lyklakortið, og tú sleppur undan at hava kortið við tær. Les meira og tak appina niður her.

Til tín, ið brúkar "Gomul innritan

Av tí at einnýtskotan verður send til títt telefonnummar, er tað umráðandi, at rætta nummarið er skrásett hja okkum.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv