Soleiðis byrjar tú

Tess fyrr tú byrjar at spara saman, tess betri er møguleikin fyri, at tú fært eina nøktandi samansparing. Tí mæla vit tær til at hugsa um pensjón, longu tá tú fært fyrsta starvið. Byrja við at gera tær eitt yvirlit, raðfest og leita tær ráðgeving hjá okkum.

1. Yvirlit

Tað týdningarmesta er, at tú alt fyri eitt gert tær greitt, um tín pensjónssamansparing er nøktandi, og um pensjónsinntøkan fer at kunna rinda tínar útreiðslur, tá tú ert givin á arbeiðsmarknaðinum. Tað kann møguliga tykjast torført at taka avgerð um pensjónslívið, meðan tú enn ert ung/ur, og tí er tað eitt gott hugskot at fáa ráðgeving hesum viðvíkjandi. 

2. Raðfesting

Ger tær greitt, hvat hevur týdning fyri teg, tá ið tú fert frá fyri aldur. Um tú t.d. ynskir at ferðast meira og hava tíð til onnur kostnaðarmikil ítriv, kanst tú leggja upp fyri hesum, tá ið tú leggur pensjónssamansparingina til rættis.

En flok kvinder i pensionsalder hygger sig i svømmehal

Veitst tú nóg mikið um tína pensjón?

Hevur tú skil á fyribrigdum sum arbeiðsmarknaðareftirløn, fólkapensjón og egin pensjónssamansparing? Her kanst tú lesa eitt sindur meira um tað, sum er vert at vita um pensjónsviðurskifti í Føroyum. 

3. Ráðgeving

Um tú ivast í, hvat slag av samansparing hóskar best til tín, kanst tú fáa vegleiðing hjá okkum. Vit taka altíð støði í tínum tørvi og tínari støðu. Tað ber eisini til at gera íløgur við pensjónssamansparingini.

Tá ið tú tekur ábyrgd av egnari pensjón, økir tú eisini um møguleikan fyri, at tú kanst liva ta pensjónstilveruna, sum tú ynskir. Tað gevur tær tryggleika - bæði nú og seinni.

Kvinnur og pensjón

Kvinnur eru ofta afturúrsigldar, tá ið tað snýr seg um pensjón.

Fá eina heildarloysn

Við NordikPensjón fært tú eina pensjón, ið hóskar til tíni ynski.

Keypa nýggjan bústað

Hóska húsini ikki til tín tørv longur, og umhugsar tú at keypa nýtt?

Legg eina fíggjarætlan

Eitt hent amboð til at halda skil á øllum útreiðslum og inntøkum.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv