Giftast

Fíggjarlig og løgfrøðilig viðurskifti

Tá tit giftast, er tað kærleikin og nýggja felags framtíðin, sum eru í hásæti. Tó hevur hjúnabandið eisini nakrar fíggjarligar og løgfrøðiligar broytingar við sær, sum tað er vert at geva gætur. Tit siga ja til at elska hvørt annað til deyðin tykkum skilir, men tit játta samstundis at  uppihalda hvørjum øðrum fíggjarliga.

Tí er tað umráðandi, at tit tosa um peningaligu viðurskiftini og tykkara ætlanir fyri framtíðina til tess at fyribyrgja møguligum misskiljingum og ósemjum seinni í lívinum.

Unge mennesker med flyttekasser

3 mátar at halda skil á útreiðslunum

Niðanfyri eru 3 ymisk dømi um, hvussu tit kunnu skipa tykkum, tá ið tit sum hjún skulu stýra útreiðslunum.

  • Bæði gjalda helvtina av øllum felags útreiðslum og rinda somu upphædd á eina fíggjarkontu, haðani allar fastar útreiðslur verða goldnar. Harumframt rinda tit somu upphædd til eina felags kontu til mat o.a., sum tit kunnu hava tvey gjaldskort til. Restin er til egna nýtslu.
  • Bæði rinda til felags útreiðslurnar - tó flytur tann, ið hevur hægri inntøku, eina størri upphædd til felags konturnar hvønn mánað. Bæði hava sostatt eisini ein part av inntøkuni til egna nýtslu.
  • Inntøkurnar hjá báðum fara á somu kontu, sum bæði síðani brúka av til allar útreiðslur.

Hvat er galdandi?

Her greiða vit yvirskipað frá nøkrum av teimum fíggjarligu og løgfrøðiligu viðurskiftunum, ið broytast, tá tit giftast.

Felagsogn
Tá tit giftast, fáa tit sjálvvirkandi felagsogn; tað merkir, at alt, sum tit eiga ella keypa, verður mett sum felagsogn. Hetta fær tó bert týdning, um tit seinni í lívinum skulu skiljast. Í tí føri skal tykkara nettoogn (ogn uttan skuld) býtast javnt ímillum tykkum. Tað merkir, at tann av tykkum, sum hevur eina størri ogn, skal rinda til hin partin, soleiðis at báðir partar fáa eins nógv burturúr. Ynskja tit ikki felagsogn, kunnu tit gera ein hjúnasáttmála um serogn. 

Skuld
Tú ábyrgist bert fyri tína egnu skuld, ikki fyri skuldina hjá makanum; kortini eru nøkur undantøk. Hóast tú bert kanst ábyrgjast fyri tína egnu skuld, so kanst tú tó óbeinleiðis ábyrgjast fyri makan, um so er, at talan verður um sundurlesing, hjúnaskilnað ella deyða. Hetta skyldast felagsogn, sum greitt er frá omanfyri. Um so er, at kvinnan t.d. eigur 1 mió.kr., og maðurin skyldar 1 mió. kr., so skal kvinnan rinda manninum kr. 500.000.

Tíni, míni og okkara børn
Skulu tit giftast, og eiga tit børn úr fyrrverandi parlagi, er talan um samanflutta familju, og tá eru arvareglurnar ikki eins fyri øll børnini. Talan er um felagsbørn, tá ið tit eiga børnini saman, og serbørn, um bert annar tykkara eigur børnini. Felagsbørnini arva bæði foreldrini, meðan serbørnini bert arva kynforeldur (biologisk foreldur). Tit kunnu skriva testamenti, um tit ynskja at javnseta børnini, ella um tit ynskja at varða egin børn.

Um tit gerast arbeiðsleys
Tá tit giftast, fáa tit samstundis felags uppihaldsskyldu. Hetta kann fáa týdning – eitt nú í sambandi við rættin til forsorgarhjálp, um annar tykkara t.d. dettur úr Arbeiðsloysisskipanini. Tí hevur tað týdning, at tit fara ígjøgnum fíggjarviðurskiftini, um so er, at annar tykkara gerst arbeiðsleysur.

Eftirlønarskipan
Um eftirlønarskipanir skulu býtast, tá talan er um hjúnaskilnað, valdast slag av eftirlønarskipanum. Er talan um lívstreytaða lívstrygging við leypandi útgjaldi, verða hesar ikki býttar ímillum partarnar við hjúnaskilna; meðan eftirlønarskipanir, sum ikki eru lívstreytaðar (t.d. 60 ára og lutakontur) verða býttar javnt ímillum partarnar við hjúnaskilnað.

Ráð til dreymabrúdleypið

Leggið eina fíggjarætlan og sparið saman í góðari tíð. 

Skulu tit keypa bústað? 

Góð ráð til tykkum, ið skulu keypa tykkara fyrsta bústað.

Dagligu fíggjar­viðurskiftini

Góð ráð til dagligu fíggjarviðurskiftini, tá familjan veksur.

Hugsa um pensjónslívið

Tað er umráðandi, at tit byrja tíðliga at spara saman til pensjónstilveruna. 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv