Starvslýsing

Grannskoðari til innanhýsis grannskoðan

BankNordik er eitt sterkt fíggjarsamtak í støðugari menning, og nú søkja vit eftir einum dugnaligum og ágrýtnum grannskoðara til innanhýsis grannskoðanardeild okkara.

BankNordik hevur umleið 400 starvsfólk í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Umframt bankavirksemi rekur samtakið eisini tryggingarvirksemi og húsameklaravirksemi í Føroyum.

Starvið

Talan er um eitt spennandi og fakliga avbjóðandi starv í innanhýsis grannskoðanini í BankNordik. Afturat grannskoðanarleiðaranum starvast tveir grannskoðarar í grannskoðanardeildini í høvuðssætinum í Tórshavn. Í starvinum sum grannskoðari fært tú tilvísing til grannskoðanarleiðaran. Av tí at talan er um eitt landafrøðiliga spjatt virkisøki, kanst tú vænta nakað av ferðing uttanlands.

Førleikar

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving sum cand.merc.aud., og um tú eisini hevur kunnleika til og royndir við at grannskoða fíggjarstovnar.

Vit vænta, at tú hevur hug og hegni til at samstarva við starvsfólk úr ymiskum londum og mentanum. Tú megnar at taka ábyrgd og hevur eitt sjálvstøðugt arbeiðslag, samstundis sum tú dugir væl at arbeiða í toymi.

Tú trívist í einum arbeiðsumhvørvi, ið er merkt av høgum handilsligum málum og ætlanum, og har arbeiðstrýstið av og á er stórt. Tú hevur góð analytisk evni og megnar at síggja loysnir úr ymiskum sjónarhornum. Tú hevur ein skipaðan arbeiðshátt og leggur dent á eitt høgt góðskustøði og at freistir verða hildnar.

Vit bjóða

Vit kunnu bjóða tær starv í einum fakliga spennandi umhvørvi í einari virkisfúsari fíggjarfyritøku við virksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi.

Virkismentanin er grundað á okkara kjarnuvirði, sum eru: dugnasemi, eldhugi og framsøkni. Í BankNordik leggja vit stóran dent á starvsfólkatrivnað og menning, og sum starvsfólk í samtakinum hevur tú tískil góðar møguleikar fyri bæði fakligari og persónligari menning.

Løn og setanartreytir verða ásett eftir avtalu og við støði í førleikum og royndum.

Umsókn

Søk starvið her í seinasta lagi mánadagin 18. mars 2019.

Spurningar um starvið kunnu setast Arndis Poulsen, grannskoðanarleiðara, á tlf. 230 421 ella á telduposti: arpo@banknordik.fo.


Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv