Starvslýsing

Løgfrøðiligur ráðgevi

Nú ein løgfrøðingur í løgfrøðiligu eindini á Kredittdeildini tekur við nýggjum avbjóðingum í bankanum, sóknast vit eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum løgfrøðiligum ráðgeva við áhuga fyri fíggjarligari lóggávu, skuldar- og avtalurætti.

Starvið

Sum partur av løgfrøðiligu eindini verður tín uppgáva at veita fyrisitingarligu deildunum og bankadeildunum í Føroyum, Danmark og Grønlandi løgfrøðiliga vegleiðing og tænastu. Uppgávurnar fevna m.a. um:

  • at tulka og seta í verk nýggja og galdandi fíggjarliga lóggávu, undir hesum m.a. reglur fyri hvítvask og reglur fyri íløguøkið
  • at gera styttri løgfrøðilig skjøl, t.d. avtalur og trygdarskriv
  • at kanna og viðmerkja sáttmálar
  • at viðgera klagur

Førleikakrøv

Vit sóknast eftir einum starvsfelaga, sum:

  • er útbúgvin cand.jur. ella cand.merc.jur.
  • møguliga hevur royndir sum advokatfulltrúi
  • hevur áhuga fyri at fáa innlit í vinnulívið
  • skilur og skrivar føroyskt og danskt
  • hevur sjálvstøðugt og skipað arbeiðslag
  • dugir at greiða starvsfelagum, ið ikki eru lógarkønir, frá løgfrøðiligum viðurskiftum á ein greiðan hátt

Harafturat vænta vit, at tú ert fyrikomandi og tekur virknan lut í at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Vit bjóða

Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum góðum, nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi.

Starvsstaðurin er í høvuðssætinum hjá samtakinum á Oknarvegi í Tórshavn.

Umsókn

Søk starvið her í seinasta lagi 29. mars 2019.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Runa Nørregaard, fíggjar- og kredittstjóra, á run@banknordik.fo ella á tlf. 230 442.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv