
Næmingur í BankNordik
Sum næmingur í BankNordik fært tú eina góða útbúgving í einari nýmótans og altjóða fyritøku. Lærutíðin er tvey ár og er bæði ástøðilig og praktisk. Útbúgvingin gevur góðar framtíðar starvsmøguleikar, eins og tú eftir lokna útbúgving hevur eitt sterkt grundarlag at byggja víðari á. Fyri at fáa lærupláss í bankanum skalt tú hava eina miðnámsútbúgving.
Umsókn
Í umsóknini vilja vit fegin hava at vita:
-
Hví tú ynskir lærupláss
-
Hvørjar lærugreinir í skúlanum tær dámar best
-
Hvørji frítíðarítriv tú hevur
-
Møgulig arbeiði eftir skúlatíð ella í frítíðini
-
Okkurt um teg sjálva/n, sum tú metir hevur okkara áhuga
-
Navn, bústað, føðingardag og telefonnummar
Umsókn við lívsrensli (CV) og avritum av prógvum kann sendast til hr@banknordik.fo ella til: BankNordik, Starvsfólkadeildin, Oknarvegur 5, FO-100 Tórshavn.
Les meira um útbúgvingina og møguleikar eftir lokna útbúgving
Eftir lokna lærutíð
Tá ið lærutíðin er av, ert tú útlærdur bankaatstøðingur og kanst søkja fast starv í bankanum. Fært tú fast starv í bankanum, eru fleiri møguleikar fyri víðari útbúgving. Eftir tvey ára lærutíð hevur tú lært nógv um bankavirksemi, men ikki alt.
Samfelagsgongdin sum heild og tøkniliga menningin hava við sær, at tú kanst útbúgva teg upp aftur betur. Vit mæla til, at tú gert hetta bæði fyri teg og bankan.