Kundar

Í tí umskiftiliga nútíðarsamfelagnum leggur BankNordik seg eftir at seta kundan í miðdepilin og menna varandi kundasambond við støði í ábyrgd og sínámillum áliti, sum gagnar báðum pørtum. Av tí at tað einstaka kundasambandið er grundarlagið undir okkara handilsskapi, er kundin ein natúrligur liður í samfelagsábyrgdini hjá bankanum.

 

Lættskild ráðgeving

Við dugnaligum, framtakssomum og heilhugaðum starvfólkum strembar bankin eftir at veita kundunum lættskilda og persónliga ráðgeving, sum ger tað lætt at velja rætt. Støðið undir kundarøktini er persónlig ráðgeving, dyggur búskapur og ábyrgdarfull lánsgeving samsvarandi kredittpolitikkinum og kredittmetingarmannagongdunum hjá bankanum. Okkara stremban eftir at veita ta bestu ráðgevingina krevur, at førleikastigið hjá ráðgevunum er høgt. Tí leggja vit okkum støðugt eftir at útbúgva og sertifisera okkara ráðgevar, so teir verða førir fyri at veita skraddaraseymaða ráðgeving, sum hjálpir tí einstaka kundanum at hava tamarhald á egnum búskapi.

Kundanøgdsemi

Fyri at fáa eina betri fatan av, hvat kundarnir halda um bankan, og hvussu vit kunnu gerast enn betri, ger BankNordik regluliga kundanøgdsemiskanningar í einstøkum kundabólkum og deildum. Bankin hevur eisini vakið eyga við greiningum, sum triðipartar gera við atliti at tænastustigi og kundanøgdsemi, og vit kýta okkum at taka hond um tey øki, sum krevja ábøtur.

Privatbúskaparlig ábyrgdarvitska

Sunnur privatbúskapur hevur stóra ávirkan á, hvussu einstaklinginum veit við. Tí sær BankNordik tað sum sína skyldu at eggja til ábyrgdarfulla búskaparliga atferð og støðutakan. Tá ið kundin tekur ábyrgd av egnum búskapi, gagnar tað báðum pørtum. Gjøgnum okkara samskiftisrásir eggja vit kundunum til ábyrgdarvitsku, og tað er ein ítøkiligur partur av strategiini hjá bankanum fyri teir sosialu miðlarnar at veita kundunum henta kunning, sum vegleiðir og kunnar teir um fíggjarlig hyggjuráð og fyrilit. Her finnur tú BankNordik á Facebook.

BankNordik eigur eisini sín leiklut í at tryggja eitt sterkt fíggjarligt støðufesti hjá føroysku húsarhaldunum. Í hesum sambandi førdi bankin í 2018 eitt lýsingarátak um fyrimunirnar við fastari rentu á bústaðarlánum.

Føroysku húsarhaldini eru sum heild væl fyri fíggjarliga, og samlaða skuldarbyrðan er á einum sømiligum støði. Prísvøksturin á sethúsamarknaðinum seinnu árini hevur tó havt við sær, at íløgurnar hjá teimum, ið keypa bústað fyri fyrstu ferð, eru vorðnar størri. Av tí sama er váðin hjá hesum húsarhaldum eisini størri enn hjá teimum, sum hava átt bústað í longri tíð – bæði kredittváðin og váðin við at hava eina skiftandi rentu.

Átakið hjá BankNordik eggjar teimum, ið hava bústaðarlán við skiftandi rentu, at umhugsa, hvørja ávirkan tað hevur á teirra fíggjarviðurskifti, um rentan – og harvið mánaðarliga lánsgjaldið – bráðliga hækkar.

Les meira um fasta rentu.

Um samtakið

Les meira um virksemið hjá samtakinum.

Søga

Fá meira at vita um meira enn 100 ára gomlu søgu bankans.

Samfelagsábyrgd

Tað er ein natúrligur liður í virksemi okkara at taka samfelagsábyrgd.

Samtaksleiðsla

Fá meira at vita um leiðslu bankans.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv