Um familjan tekur við

Tað hevur alstóran týdning at tryggja sær, at familjulimir, sum yvirtaka eina fyritøku, hava røttu førleikarnar og eru til reiðar til at átaka sær ábyrgdina. Tí er týdningarmikið hjá verandi eigara at leggja yvirtøkuna væl til rættis og byrja tilgongdina so tíðliga sum gjørligt.

Tað kann til dømis vera eitt gott hugskot at hava eina royndartíð á 3-4 ár, har næsta ættarlið kann royna seg í leiðsluleiklutinum. Ein royndartíð merkir, at tey, sum eru ætlað at taka yvir, fáa uppgávur á ymiskum torleikastigum. Á tann hátt ber til at síggja, um evnini - og ikki minst - hugurin eru til staðar. Í hesum tíðarskeiðnum ber eisini til at ráðføra seg við uttanhýsis serfrøðingar ella ein uttanveltaðan nevndarlim, um hvussu avhendanin best verður gjørd.

Góð ráð um eigaraskifti í familjuni

  • Gev arvtakaranum leiðsluroyndir til tess at fáa innlit í bæði styrkir og veikleikar hjá viðkomandi. Set møguliga ein millumleiðara til at styrkja veiku økini hjá arvtakaranum.
  • Leita tær ráðgeving hjá t.d. advokati ella grannskoðara.
  • Ger eitt greitt arbeiðsbýti millum verandi eigara og nýggja leiðaran/arvtakaran.
  • Ger eina virkisætlan og byrja ættarliðsskiftistilgongdina so tíðliga sum gjørligt. Gev t.d. arvtakarum møguleika at taka formliga útbúgving innan virkisøkið ella aðra leiðsluútbúgving.

Er talan um eitt ella fleiri av verandi starvsfólkum í fyritøkuni, sum skulu yvirtaka fyritøkuna, kann sami leistur verða brúktur, sum lýstur omanfyri viðvíkjandi familjulimum.

Skal fyritøkan seljast? 

Góð ráð til tín, sum umhugsar at selja tína fyritøku.

At keypa aðra fyritøku

Ættarliðsskifti kann eisini merkja, at tín fyritøka yvirtekur aðra fyritøku.

Mand, der sidder med en laptop

Minst til pensjónina

Tað er ein fyrimunur, um tú í góðari tíð byrjar at spara saman til tína pensjón.

Íløgur í virðisbrøv

At gera íløgur í virðisbrøv kann vera eitt áhugavert ískoyti til eina samansparingarkontu.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv