Hjálp til Netbankan

Tørvar tær hjálp til Netbankan á teldu ella Netbankan sum app, ert tú vælkomin at ringja til okkara gerandisdagar frá kl. 10 -16 á tel.: 330 330. So hjálpa vit tær skjótast gjørligt.  

Áðrenn tú ringir

Vit hava savnað teir mest vanligu spurningarnar og trupulleikarnar viðvíkjandi Netbankanum og Netbankanum sum app niðanfyri. Her finnur tú kanska svarið til júst tín spurning ella trupulleika. 

Uttanfyri vanliga avgreiðslutíð 

Tørvar tær hjálp til Netbankan uttanfyri vanliga avgreiðslutíð, kanst tú skriva til okkara á kundi@banknordik.fo, so viðgera vit spurningin komandi gerandisdag. 

 

Spurningar og svar um

Netbankan

Hvat kann eg brúka Netbankan til?

Í Netbankanum kanst tú gjalda rokningar, gera flytingar, kanna saldu, finna skjøl - sum bankin hevur sent tær elektroniskt -, stovna og broyta gjaldsavtalur, handla við virðisbrøvum o.m.a.

Hvussu fái eg Netbankan?

Tú hevur hesar møguleikar:

  1. Bílegg Netbankan á heimasíðu okkara.
  2. Set teg í samband við okkum.
Ber til at síggja boð og skjøl, ið bankin sendur elektroniskt, um eg ikki havi Netbanka?

Um tú ert kundi hjá okkum, men ikki hevur Netbanka, ber til at stovna KontoKaga. Við KontoKaga kanst tú kanna saldu, lesa brøv og skjøl sum bankin hevur sent tær elektroniskt.  Tað ber ikki til at gera flytingar við KontoKaga.

KontoKagin er ókeypis at brúka, vinaliga set teg í samband við okkum um stovnan av KontoKaga.

 

Hvat er KontuKagi?

KontuKagi er ein minni útgáva av vanliga Netbankanum. Tað ber ikki til at gera flytingar ella gjalda rokningar við KontuKaga, men tú kanst:

  • Síggja saldu og flytingar á tínum kontum
  • Síggja innihald, flytingar og kursvirði á virðisbrævagoymslum
  • Síggja brøv og boð frá bankanum
  • Samskifta skrivliga við bankan
  • Senda fílur og skjøl trygt til bankan (bronglað)
  • Stovna Boðtænastu-avtalur
KontuKagi riggar bæði á teldu, teldli og snildfon - tað krevur bert, at tú hevur netatgongd.

Spurningar og svar um

Netbankan sum app

Hvønn kann eg ringja til fyri at fáa vegleiðing til Netbankan sum app?

Tú ert altíð vælkomin at ringja til Kundatænastuna á telefon 330 330 fyri at fáa hjálp til Netbankan á smarttelefonini. Um tær tørvar hjálp til uppseting av tíni fartelefon, ring so til tín televeitara.

Kann Netbankin sum app nýtast á tráðleysum neti/WiFi?

Ja, tú kanst innrita í Netbankan sum app og brúka funkurnar á tráðleysum neti og WiFi.

Ber til at nýta Netbankan sum app á iPad og Android Tablet?

Ja, Netbankin sum app kann nýtast á bæði iPad og Android Tablet. Tá tú gert flytingar, skalt tú hava í huga, at váttanin kemur á ta fartelefonina, ið er skrásett í sambandi við Netbankan sum app.

Hvør kann fáa Netbankan sum app?

Netbankin sum app er ætlaður privatkundum, og neyðugt er, at tú hevur eina netbankaavtalu við BankNordik frammanundan, um tú vilt nýta allar funkurnar í Netbankanum sum app.

Hvat kostar Netbankin sum app?

Netbankin sum app er ókeypis at heinta og í flestu førum at nýta. Kostnaður verður tó tikin fyri tær tænastur, sum annars eisini kosta í Netbankanum. Ver varug/ur við, at tú rindar fyri internetsambandið, um tú ikki ert á WiFi. Telefeløgini kunnu upplýsa um kostnað í hesum sambandi.

Er tað trygt at brúka Netbankan sum app?

Ja. Netbankin sum app er trygdargóðkendur hjá eini uttanhýsis trygdarfyritøku og hevur fingið hægstu ummæli fyri trygd.

Netbankin

Fá meira at vita um Netbankan.

Netbankin sum app

Far í bankan, uttan mun til tíð og stað.

Trygd 

Les um trygdina í Netbankanum.

Legg eina fíggjarætlan

Ein fíggjarætlan gevur tær bæði yvirlit yvir tína nýtslu og møguleikar.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv