Exchange Traded Funds

ETF eru børsskrásett virðisbrøv og hava tann eginleika, at kursgongdin er tengd at gongdini í nøkrum aktivum, sum liggja undir, vanliga eitt indeks. Tey mest handlaðu ETF eru tengd at gongdini í teimum mest týðandi globalu partabrævaindeksunum, t.d. Nasdaq 100, S&P500, DAX og Eurostoxx50. Fleiri ETF, sum fylgja minni indeksum og øðrum aktivum sum t.d. rávørum, eru eisini skrivað út, eins og ETF við ymsum treytum knýtt at aktivinum, sum liggur undir. Tað er soleiðis møguligt at gera íløgur í eitt indeks við at keypa ETF. ETF hevur ikki fasta gildistíð og kann handlast dagliga eins og vanlig børsskrásett virðisbrøv.

Harafturat kann ETF hava ein innbygdan gearingvirknað, sum ger tað møguligt at fáa eitt hægri avkast við einum meira avmarkaðum innskoti, sum samstundis hevur ein hægri váða við sær.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv